Hondbóltur

European Cup: VÍF spælir fyrra dystin í Slovakia í kvøld

VÍF og HK Slovan Duslo Sala bresta saman klokkan 17, har tað snýr seg um at fáa gott útgangsstøði til seinna dystin, sum verður sunnudagin. Til ber at fylgja við á Portalinum.

Til venjing í Sala, har smálutirnir verða gjøgnumgingnir (Mynd: Andrei Antal/AVA Photography)

Til venjing í Sala, har smálutirnir verða gjøgnumgingnir (Mynd: Andrei Antal/AVA Photography)

2026-11-06 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2. umfari í European Cup spældi VÍF seg víðari við tryggum sigri móti KHF Ferizaj úr Kosovo.

Tá spældu vestmannakvinnur báðar dystirnar á útivølli, og hetta hevur felagið aftur játtað seg til hesaferð. Hetta av fíggjarligum ávum.

Mótstøðan væntast at vera væl harðari. Tað er slovakiska HK Slovan Duslo Sala, sum tekur ímóti.

Vestmannakvinnur fóru av landinum mikudagin og hava síðani fyrireikað seg miðvíst til stóru uppgávuna.

Eins og seinast, er Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen við VÍF í evropeiskum dystum.

Dómaraseðilin sæst her

Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Eisini í meira smálutum á eurohandball.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder