Fótbóltur

Fótbóltsskýlið: Samanumtøka og seta ársins lið

Jákup Ósa, Rúni á Reynatrøð og Trygvi Mortensen vitja í dag klokkan 17.15, og hava nógv at tosa um, nú punktum er sett fyri Meistaradeildina.

Trygvi Absalonsen verður vertur í sendingini í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen verður vertur í sendingini í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-06 09:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótóltsárið í Føroyum er liðugt, og nú er tíð at veruliga taka samanum um og hyggja uppá eftir, hvussu liðini og leikararnir hava staðið seg.

Til tess hevur Trygvi Absalonsen í dag savnað hetta panelið:

Jákup Ósa, fótbóltstíðindamaður fyri bolt.fo og Norðlýsið, Rúna á Reynatrøð, frásøgumann á FM1 og Trygva Mortensen, venjara og viðmerkjara.

Teir fara at hyggja eftir øllum liðunum í Meistaradeildini hjá monnum; hvussu tey hava staðið seg.

Eisini verður hugt nærri eftir einstøkum spælarum. Trygvi Absalonsen hevur eisini biðið teir tríggjar seta sínar ellivu bestu: Ársins lið fyri 2026.

Har verður nógv at tosa um. Fótbóltsskýlið byrjar eftir tíðindini, sum eru klokkan 17 - tað vil siga, at fótbóltssendingin byrjar umleið klokkan 17.15.

Til ber at lurta her ella á vanligu frekvensunum. Sendingin verður eisini at hoyra seinni á fm1.fo og á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder