Fótbóltur

Danmark og Føroyar bresta saman fyri fjórðu ferð

Hetta er fyrstu ferð í tjúgu ár, at londini hittast á A-landsliðsstøði, og fyrstu ferð í 30 ár at spælt verður í Danmark. Danir hava higartil vunnið samanlagt 10-1.

Føroyingarnir vandu í gjár á MCH Arena ið verður karmur um venjingardystin, ið upprunaliga skuldi leikast tíðliga í mars (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingarnir vandu í gjár á MCH Arena ið verður karmur um venjingardystin, ið upprunaliga skuldi leikast tíðliga í mars (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-07 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

16. august í árinum 2000 var á ein hátt byrjanin til nakað nýtt í føroyskum og donskum fótbólti. Tórsvøllur var nýggjur - bert nýttur til A-landsdyst hjá monnum fyri triðju ferð hendan dagin - og hetta var tann fyrsti veruliga stóri dysturin har.

Síðani hevur Tórsvøllur verið karmur um nógvar stórhendingar í føroyskum fótbólti. Hetta var mitt í tíðini, tá fullveldismálið fylti so at siga alt. Morten Olsen hevði júst tikið við sum danskur landsliðsvenjari og stóð saman við hjálparvenjaranum Micheal Laudrup á odda í einum dysti á fyrsta sinni, og tað var yvirfyri gamla landsliðsliðfelaganum Allani Simonsen. Morten Olsen var liðformaður á kenda 80'ara "dynamittliðnum" og var landsliðsvenjari í 15 ár. 

[object Object]
Morten Olsen og Micheal Laudrup til dystin á Tórsvølli í 2000 (Mynd: Scanpix)

Tað var ikki nakar undankappingardystur, men stórur spenningur var undan dystinum í Norðurlandameistarakappingini (NM), ið var tá beint eftir aldarskifti. 6.500 áskoðarar sóu, hóast nógva mjørkan, Føroyar halda málið reint í 1. hálvleiki. Tíðliga í 2. hálvleiki skoraðu Ebbe Sand og Brian Steen Nielsen tó fyri Danmark, Peter Schmeichel helt málið reint, og Danmark hevði vunnið á Føroyum fyri triðju ferð.

[object Object]
Føroyski liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, í dysti við annan av donsku málskjúttunum, Ebbe Sand (Mynd: Scanpix)

NM

Tórsvøllur, 16.08 2000
Føroyar - Danmark 0-2 (0-0)

Sí dómaraseðil frá dystinum (FaroeSoccer)

Fyri aðru ferð í Danmark

Tað eru næstan júst 30 ár liðin, síðani Danmark tók ímóti Føroyum seinast. Tá var eisini heilt fult á leikvøllinum, og spenningurin var øðiligur undan dystinum. Serliga í Føroyum, tí hetta var beint undir ein mánað eftir sigurin á Eysturríki í Landskrona, og tað var ímóti Danmark.

Heimaliðið hevði millum annað Laudrup-brøðurnar, Flemming Povlsen og Lars Olsen á liðnum, og Laudrup eldri skoraði til 1-0 í 8. minutti. Miðskeiðis í hálvleikinum javnaði 18-ára gamli Allan Mørkøre fyri Føroyar, tá hann kastaði seg fram og var fyrstur á einum returbólti - tað var eftir at Schmeichel hevði bjargað royndini frá Torkil Nielsen, ið hevði brotið ígjøgnum. Heimaliðið vann 4-1, men tað gjørdist ein stór føroysk uppliving í gomlu Ítrottarparkini.

[object Object]
Allan Mørkøre roynir her at vinna ein bólt í luftini á fullsetta Tórsvølli - 10 ár eftir minniliga málið hjá klaksvíkinginum í Keypmannahavn (Mynd: Scanpix)

EM-undankapping

Idrætsparken, 10.10 1990
Danmark - Føroyar 4-1 (2-1)

Sí dómaraseðilin frá dystinum (FaroeSoccer)

Tað er higartil bert Allan Mørkøre, ið hevur skorað fyri Føroyar í dysti móti Danmark á hægsta stigi. Í Landskrona í 1991 vunnu danir 4-0, tá londini hittust aftur í undankappingini. Longu eftir fimm minuttir var 2-0. Kim Christofte hevði skorað eitt brotsspark, ið var sera líkt tí avgerandi brotssparkinum, i hann í 1992 skoraði í EM-hálvfinaluni í Göteborg móti Hollandi.

3-0 málið hjá Danmark er eisini serstakt sæð við føroyskum brillum, tí júst innskifti Frank Pingel stútaði bóltin í málið aftanfyri Kaj Leo Holm Johannesen, ið vardi málið í 2. hálvleiki. Frank er pápi Sebastian Pingel - áleyparan hjá B36 sum er í gongd við sítt fimta kappingarár í Føroyum.  

EM-undankapping

Landskrona Idrottsplats 25.09.1991
Føroyar - Danmark 0-4 (0-2)

Sí dómaraseðilin frá dystinum (FaroeSoccer)

Síðani ár 2000 hava ungdómslandslið hjá Føroyum og Danmark javnan hittst. U21-landsliðini hava verið í bólki saman tvær ferðir seinasta áratíggju, og í 2012 tryggjaði Róaldur Jakobsen Føroyum 1-1 javnleik í Gundadali. Í 2004 megnaði U17-landsliðið at vinna 1-0 í NM-kapping í Finnlandi. Christan Mouritsen skoraði einsamalla málið í dystinum.

Í dag skriva londini ein nýggjan kapittul, tá tað snýr seg um fótbóltsdystir á høgsta støði. Tað er ein venjingardystur - men tað er kortini meira enn tað. Higartil hava danir vunnið 10-1 tilsamans yvir tríggjar dystir.

Fyrsta bríksl í Herning í kvøld verður klokkan 17. Portalurin verður á staðnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder