Fótbóltur

- Taka hetta sum tríggjar dystir um stig

Håkan Erikson sló á tíðindafundi fast, at dysturin í Herning í morgin hevur serstakan týdning. Tað gjørdi Hallur Hansson eisini: - Eg vildi logið, um eg segði, at hetta bert er ein venjingardystur.

- Vit høvdu hugsað meira um hetta sum ein venjingardyst, um mótstøðuliðið var eitt annað enn Danmark. Hetta segði landsliðsvenjarin millum annað á dagsins tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit høvdu hugsað meira um hetta sum ein venjingardyst, um mótstøðuliðið var eitt annað enn Danmark. Hetta segði landsliðsvenjarin millum annað á dagsins tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-06 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Herning, Danmark (Portalurin) - Hetta er eitt fantastiskt stað, og hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at spæla móti einum sterkum liði sum Danmark, ið skal til EM næsta ár.

Soleiðis byrjaði Håkan Ericson tíðindafundin á MCH Arena, har Føroyar og Danmark í morgin bresta saman. Liðformaðurin sat undir liðuni á landsliðsvenjaranum: 

- Vit hava bíða spentir - dysturin skuldi jú verið leiktur í mars upprunaliga. Hetta er ein serstøk uppgáva. Føroyar eru ein partur av Danmark, og eg vildi logið, um eg segði, at hetta bert er ein venjingardystur. 

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Hallur Hansson segði, at føroyska landsliðið er eitt, har tað verður arbeitt hart fyri hvørjum øðrum, har fokus millum annað er at gera tað trupult fyri mótsstøðuliði, og at hetta skuldi síggjast í morgin, um Føroyar skulu hava ein møguleika.

Tann einasti danski journalisturin ið var til staðar spurdi liðformannin hjá AC Horsens, hvørja menning føroyska landsliðið hevði verið ígjøgnum tey átta árini, ið Hallur hevur verið við:

- Seinastu árini hava vit havt tríggjar ymiskar venjarar. Tað hava verið upp- og niðurtúrar, men vit hava flutt okkum nógv og fingið fleiri góð úrslit. Vit hava ein leikhátt, ið er spennandi, har vit hava nógvar rørslur og bæði kunnu spæla við at flyta bóltin stutt og við longum bóltum.

[object Object]Hallur Hansson er liðformaður á føroyska A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tað var ikki stórur áhugi fyri tíðindafundinum hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)


- Vilja vera trúgvir tí føroysku megini og viljanum

Í farna mánaði vunnu Føroyar 3-2 á Malta og 1-0 á Andorra í Nations League. Hetta vóru fyrstu dystirnir hjá Håkani Ericson sum føroyskur landsliðsvenjari: Føroyar høvdu bóltin nakað meira enn mótstøðuliðið - serliga í Andorra. Vit spurdu sviian, um hvussu øðrvísi hendan uppgávan verður, og hvat skal til, um Føroyar skulu gera dystin móti Danmark spennandi:

- Fyrst og fremst skulu vit vera væl skipaðir í verjustøðu – skulu vera kompaktir. Vit vilja tó eisini vera á bóltin, og vit hava prinsippir, ið vit spæla útfrá. So fáa vit at síggja, hvussu nógv vit sleppa at spæla eftir tí.

Håkan Ericson segði á tíðindafundinum í sambandi við landsliðsúttøkuna í farnu viku, at hann var greiður yvir, at hetta ikki fór at verða ein vanligur venjingardystur, tí mótsstøðuliðið er Danmark. Aftur í dag sló 60-ára gamli venjarin fast, at hóast tað er heilt tætt ímillum dystirnar, og stig eru uppá spæl á Tórsvølli leygardagin og týsdagin, so verður tað ikki spart uppá krútið í morgin.

- Vit fara nú at hava tríggjar dystir uppá sjey dagar, og vit høvdu hugsað meira um hetta sum ein venjingardyst, um mótstøðuliðið var eitt annað. Vil stilla við tí besta, sum vit kunnu í morgin, og so fáa vit at síggja, hvørjar broytingar vit gera ígjøgnum dystin. Eg skal sláa fast, at vit vilja vera trúgvir ímóti tí "føroysku megini” og viljanin til at gera tað væl í dystinum í morgin. Vit taka hetta sum tríggjar dystir um stig.

[object Object]Håkan Ericson til venjingina á MCH Arena (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið vandi eftir tíðindafundin á MCH Arena, ið er heimavøllurin hjá FC Midtjylland. Fyrsta bríksl har í morgin verður klokkan 17.00.

Myndir: Á leikvølli hjá jútskum stórfelagi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder