Hondbóltur

Danmark skal nú hava hjálp frá Íslandi

Ein stórur skelkur var á veg í Svøríki. Heimsmeistararnir spældu ein vánaligan dyst móti Ungarn, og tað endaði við javnleiki. Nú skal Ísland, ið aftur vann í dag, vinna á Ungarn, um Danmark skal hava møguleika at koma víðari úr bólkaspælinum.

Aron Palmarsson skeyt tíggju mál móti Danmark leugarkvøldið. Í kvøld skoraði hann einki mál, men Ísland fekk heili 34 móti Russlandi. Danmark var skinklandi móti Ungarn (Mynd: EPA)

Aron Palmarsson skeyt tíggju mál móti Danmark leugarkvøldið. Í kvøld skoraði hann einki mál, men Ísland fekk heili 34 móti Russlandi. Danmark var skinklandi móti Ungarn (Mynd: EPA)

2020-01-13 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ótolið, óskipað, merkt av nervum og fult av feilum. Soleiðis millum annað til at lýsa danska spælið í Malmö í kvøld, har annar dysturin í EM var á skránni. Orsaka av teimum trimum úrslitinum í bólkinum higartil kundi Danmark ikki tapa dystin móti Ungarn - so var liðugt longu eftir tveir dystir. Tað varð lagnan hjá fraklendingum í gjár, men danir yvirlivdu - ívhussu er tvey dagar afturat.

Ungarn byrjaði við einari ógvuliga ágangandi verju, ið var ein 5-1, men sum í roynd og veru  var meira álopskend, tí høgri bakkurin hjá Danmark so at siga varð tikin úr spælinum, meðan tað var Mikkel Hansen, ið spældi har. Í 1. hálvleiki náddi hann bert at brenna eitt brotskast áðrenn hann varð skiftur út,. Verri var við Rasmus Lauge, sum til dagliga spælir í ungarskum hondbólti. Hann vandi so at siga ikki við upp til EM orsaka av tjúkkanum, og tað sást, at spælskiparin ikki var skarpur: Óvanliga nógv grundleggjandi teknisk mistøk og nakrar misnýttar skotroyndir. Mikler í málinum tók eisini frí skot hjá donsku strikunum og Mads Mensah í 1. hálvleiki.

Ungarar spældu heldur ikki so flótandi, og eina løtu í hálvleikinum misti Ungarn eina fýra máls leiðslu: frá 6-10 til 10-10. Men hetta fekk ikki Danmark í gongd.  Í roynd og veru kom Danmark ongantíð í gongd í dag. Mikkel Hansen varð tálmaður og tyktist sum teir flestu á danska liðnum spældu uttan yvirskot. Bóltar vórðu tveittir burtur, tað varð skotið ov skjótt í fleiri førum, men ferðin sjálv í spælinum  var ikki nóg stór. Magnus Bramming á vinstra vongi var eitt ljóspunkt  Hann spælir sítt fyrsta endaspæl, og hann skoraði seks mál við sjey royndum uppá 45 minuttir.

Nakrir møguleikarnir hjá Danmark at javna vórðu misnýttir, men danska verjan gjørdi tað fínt, hóast Balogh gav høvuðbrýggj, og Niklas Landin helt ígjøgnum dystin Danmark inni í dystinum (Jannik Green hevði eisini eina góða og umráðandi brotskast bjarging frá Balogh seint í dystinum) Landin hevði fyri tað mesta eitt bjarginarprosent áleið 44.  Móti endanum høvdu ungarar eisini trupulleikar í álopspartinum, og stórar tríggar minuttir fyri leiklok kom Danmark á odda fyri fyrstu ferð. Í næsta álopinum blakaði Ungarn bóltin vekk, men Danmark fekk ikki økt, tí Lauge, ið annars væl komin væl inn aftur, tveitti bóltin í hendurnar á verjuna hjá Ungarn. Ístaðin javnaðu ungarar, og spenningurin var øðiligur.

Danmark hevði møguleika at avgera dystin, men Ungarn stóð væl ímóti, og javnleikur var betri fyri Ungarn. Nú skulu danir vóna, at Ísland vinnur á Ungarn mikukvøldið, áðrenn danir fara á vøllin at dystast við Russland. Ísland er víðari, men skal brúka ein sigur fyri at fáa tvey stig væl sær víðari til millumumfarið.  Íslendska maskinan helt fram at koyra væl í dag. Aftur skoraði liðið hjá Guðmundi Guðmundsson yvir 30 mál, og íslendingar eru til reiðar til millumumfarið.

Jóhan á Plógv Hansen var heldur ikki á vøllinum í dag fyri Danmark.

Í bólki A vann Hvítarussland greitt í “finaluni” um at koma víðari saman við Kroatia. Sigurin var ímóti Montenegro, ið Føroyar vóru í bólki við í undankappingini. Hesin bólkurin er nú liðugur, og tað er bólkur C eisini.


Bólkur A:
Montenegro - Hvítarussland 27-36 (11-17)
Serbia - Kroatia 21-24 (10-8)

Kroatia 6 *
Hvítarussland 4 **
Montenegro 2
Serbia 0

* Víðari við tveimum stigum 
** Víðari


Bólkur C: 
Lettland - Týskland 27-28 (11-16)
Holland - Spania 25-36 (13-17)

Spania 6 *
Týskland 4 **
Holland 2
Lettland 0

* Víðari við tveimum stigum 
** Víðari


Bólkur E:
 
Ísland - Russland 34-23 (18-11)
Danmark - Ungarn 24-24 (11-13)

Ísland 4
Ungarn 3
Danmark 1
Russland 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder