Fótbóltur

Danmark vitjar á Wembley í kvøld

Fleiri stórdystir verða leiktir í Deild A í Nations League - allir byrja klokkan 19.45.

Fyri viku síðani vunnu danir 4-0 á Føroyum í Herning (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri viku síðani vunnu danir 4-0 á Føroyum í Herning (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-14 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tjúgu dystir í Nations League verða leiktir í kvøld. 

Í Deild B hava Finnland og Noreg seks stig fyri tríggjar dystir í hvør sínum bólki. Í kvøld spæla norðurlendsku liðini á heimavølli móti ávíkavist Írlandi og Norðurírlandi.

Teir mest spennandi dystirnir á pappírinum eru tó í Deild A, har tey hægst styrkismettu liðini eru.

Italia og Holland bresta saman til oddadyst í bólki 1. Í bólki tvey skal Danmark royna at koma undir liðuna á Onglandi. Tað er ikki líka nógv uppá spæl, sum tað var í 1983, tá Danmark fyri fyrstu ferð vann á gamla Wembley. Allan Simonsen skoraði við brotssparki í avgerandi EM-undankappingardysti, og "dynamitt-liðið" fekk sítt veruliga altjóða gjøgnumbrot. Tó verður talan helst um ein spennandi dyst. Í Reykjavík skal Ísland, sum sunnudagin tapti 3-0 móti Danmark á Laugardalsvøllinum, royna at koppa liðnum sum er ovast á FIFA styrkislistanum. Tað verður tó uttan venjararnar og toymi rundanum, tí korona hevur rakt.

Les eisini: Korona rakar íslendska landsliðið

Í bólki trý eru Portugal og Frakland, sum sunnukvøldið spældu málleysan javnleik í París, á odda við sjey stigum. Portugal tekur í kvøld móti stigaleysu sviunum - tað verður tó uttan Cristiano Ronaldo, ið hevur koronasmittuna. Í Kroatia verður endurtøka av HM-finaluni í 2018.



Bólkur 1:
Italia - Holland
Pólland - Bosnia & Hersegovina

Støðan eftir trý umfør:
Italia 5
Holland 4
Pólland 4
Bosnia & Hersegovina 2

Bólkur 2: 
Ongland - Danmark
Ísland - Belgia

Støðan eftir trý umfør: 
Ongland 7
Belgia 6
Danmark 4
Ísland 0

Bólkur 3:
Portugal - Svøríki
Kroatia - Frakland

Støðan eftir trý umfør: 
Portugal 7
Frakland 7
Kroatia 3
Svøríki 0

Allir dystirnir byrja klokkan 19.45

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder