Fótbóltur

Korona rakar íslendska landsliðið

Dysturin móti Belgia í kvøld verður leiktur – ongin leikari er smittaður, men øll hjálparfólkini, herundir venjararnir, eru send í sóttarhald.

(Mynd: ksi.is)

(Mynd: ksi.is)

2020-10-14 11:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Øll fólkini rundan um íslendska landsliðshópin, sum í kvøld skal spæla heimadyst í Nations League móti Belgia, eru send í sóttarhald. Tað er eisini galdandi fyri høvuðsvenjaran Erik Hamrén og hjálparvenjaran Freyr Alexandersson.

Orsøkin er, at nøkur av hjálparfólkunum hjá liðnum hava fingið staðfest koronasmittu. Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Íslendsku heilsumyndugleikarnir arbeiða nú við at uppspora hvaðani koronasmittan, sum herjar íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, stavar.

KSÍ upplýsti í gjár, at enn er einki, sum týðir upp á, at smittan hevur breitt seg til leikarahópin., og at tað tí enn ikki er talan um at avlýsa dystin móti Belgia.

Dysturin millum Ísland og Belgia skal spælast í kvøld kl. 19.45 á Laugardslavølli.

Leikararnir vórðu allir koronakannaðir mánadagin, og øll úrslitini vóru negativ. Men eftir sum umstøðurnar eru, sum tær eru, skuldu teir testast aftur í gjár.

KSÍ-aðalskrivarin, Klara Bjartmarz, segði við RÚV í gjár, at starvsfólkini, sum eru smittað, ikki hava havt samband við leikararnar.

So umstøðurnar verða heilt serligar til dystin í kvøld. Ikki bara eru nærum ongir áskoðarar á Laugardalsvølli. Tað verða heldur vanligu eggjandi ella vegleiðandi róp frá venjarabeinkinum.

Arnar þór Viðarsson, venjari hjá U21 landsliðnum, og Davíð Snorri Jónasson, U17-venjari og U19-hjálparvenjari, hava fingið til uppgávu at taka sær av venjarauppgávuni til dystin í kvøld.

Venjararnir í glasbúri
Erik Hamrén og Freyr Alexandersson verða kortini til staðar á Laugardalsvølli til dystin í kvøld. Teir koma at sita í einum glasbúri, og hava møguleika at samskifta við venjarabonkin.

Og tað er sjálvandi ein ovurstórur trupulleiki fyri liðið, sum skal møta liðnum, sum verður mett at vera heimsins sterkasta í løtuni.

Hinvegin, so er Nations League-dystirnir ikki fyrsta raðfesting hjá íslendska landsliðnum í løtuni. Tað er hinvegin er komandi finalan móti Ungarn í næsta mánað um eitt pláss í EM-kappingini komandi summar.

Heilt friðarligt verður tað kortini ikki á Laugardalsvølli í kvøld. Tólfan, viðgitni 12-mans bólkurin av tónlistarligum fjepparum, verður til staðar eins og móti Danmark sunnudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder