Fótbóltur

Danski hópurin raktur av fleiri avboðum

Kasper Dolberg hevur fyri stuttum fingið staðfest diabetes, Mikkel Damsgaard hevur verið innlagdur í Italia, Mathias Jensen fekk staðfest koronu við kanning á flogvølli, og fyrrapartin varð kunngjørt, at Pierre Emilie-Højgbjerg heldur ikki verður tøkur til dystin móti Føroyum vegna skaða.

Pierre-Emilie Højbjerg jagstrar her Gareth Bale í EM-áttandapartsfinaluni. Hann verður ikki á vøllinum í Parkini fríggjakvøldið (Mynd: EPA)

Pierre-Emilie Højbjerg jagstrar her Gareth Bale í EM-áttandapartsfinaluni. Hann verður ikki á vøllinum í Parkini fríggjakvøldið (Mynd: EPA)

2021-11-09 12:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson hevur fingið nøkur avboð til HM-undankappingardystirnar móti Danmark og Ísrael. Fimm broytingar vóru í tí hópinum, sum í gjár savnaðist í Malmö; har fyrsti parturin av fyrireikingunum gongur fyri seg, í mun til hvussu úttøkan var eina viku frammanundan.

Les eisini: Halda til í Svøríki fyrstu dagarnar

Fleiri leikarar hjá Danmark hava eisini verið noyddir at boðað sínum venjara frá, at teir ikki eru tøkir hesuferð, ella at teir kortini ikki fáa verið við. Kasper Dolberg og Mikkel Damsgaard skoraðu samanlagt fimm mál til EM-endaspælið í summar, men greitt var longu í síðstu viku, at teir ikki fóru at vera við til hesar dystirnar.

Kasper Dolberg var heldur ikki við í Føroyum í september - tá vegna skaða. Hann fekk í síðstu viku staðfest diabetes 1, eftir at hava millum annað kent seg troyttari enn vanligt seinastu vikurnar. Hann er nú farin í viðgerð og fyri at venja seg við hana, hava Dolberg og Kasper Hjulmand avrátt, at hann ikki verður við hesuferð. Diabetes fer tó væntandi ikki at órógva fótbóltsyrkisleiðina hjá vandamikla áleyparanum nakað serligt.

[object Object]
Damsgaard hevur her lagt Danmark á odda móti Russlandi í Parkini við frálíkum máli. Tað vóru ikki so nógv kring Evropa, ið kendist við lágvaksna áslopskenda leikaran áðrenn endaspælið - skjótt varð hann sammettur við Micheal Laudrup (Mynd: EPA)

EM gjørdist stóra altjóða gjøgnumbrotið hjá lítla teknikkaranum úr Eystursælandi, men síðani hevur tað ikki gingið so væl hjá Mikkel Damsgaard í Sampdoria. Fyrst í hesum mánaðnum varð hann innlagdur á sjúkrahús vegna høgan fepur. Tað vísti seg eisini, at knæðið var hovið og undir álopið av einari bakteriu. Damsgaard varð skurðviðgjørdur og skjótt útskrivaður, men er ikki tøkur til landsliðið hesuferð, og tað er ikki greitt, nær ungi álopskendi leikarin fer at spæla fótbólt. Tað er eisini óvist, nær, ella um, Christian Eriksen verður at síggja á vølli aftur.

Skaðar og korona

Síðani landsliðsúttøkuna hava korona og skaðar órógva danir nakað. Ávegis til Danmarkar í gjár varð Brentford-leikarin Mathias Jensen kannaður á flogvøllinum, og tað var staðfest, at miðvallarin, sum spældi á Tórsvølli í september og í venjingardystinum í Herning í fjør, hevur koronu. Í hansara stað er komin meira álopskendi Pione Sisto.

Sunnudagin var útskifting í hópinum, tí Robert Skov er vorðin skaddur - Anders Dreyer er við ístaðin - og fyrrapartin, triðja dagin á rað, er ein broyting kunngjørd. Hetta kann gerast tann týdningarmesta, tí Pierre Emilie Højbjerg er vanliga "lokomotivið" á miðvøllinum saman við Thomas Delaney. Báðir byrjaðu á bonkinum á Tórsvølli í september, og hetta sást. Højbjerg kom inn móti endanum fyri at verja leiðsluna heim; Tottenham-miðvallarin fekk skjótt gult kort fyri at stegða Andreas Lava Olsen í at fara avstað í kontra.

Nú er staðfest, at Højbjerg er so mikið skaddur, at hann ikki megnar at spæla móti Føroyum fríggjakvøldið. Vónað verður tó, at hann verður tøkur til dystin í Skotlandi mánadagin. Jesper Lindstrøm úr Eintracht Frankfurt er ístaðin møttur í Helsingør, har danir vandu í morgun og eisini gera tað í morgin og hósdagin.

[object Object]
Sisto í nærdysti við Brand Hendriksson í Herning í fjør. Kviki kanturin spælir vanliga fyri FC Midtjylland (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Lindstrøm fer út til venjing í Helsingør í morgun (Mynd: Herrelandsholdet)

Danski hópurin til dystin móti Føroyum

Málverjar: 
Kasper Schmeichel (Leicester)
Frederik Rønnow (Union Berlin)
Peter Vindahl Jensen (AZ Alkmaar)

Miðverjar: 
Simon Kjær (AC Milan)
Andreas Christensen (Chelsea)
Jannik Vestergaard (Leicester)
Joachim Andersen (Crystal Palace)

Bakkar/Vongbakkar: 
Jens Stryger Larsen (Udinese)
Daniel Wass (Valencia)
Joakim Mæhle (Atalanta)
Ramus Nissen (Salzburg)

Miðvallarar: 
Thomas Delaney (Dortmund)
Christian Nørgaard (Brentford)
Jens Jønsson (Cádiz)
Jesper Lindstrøm (Eintracht Frankfurt)

Áleyparar og kantar: 
Yussuf Yurary Poulsen (RB Leipzig)
Andreas Skov Olsen (Bologna)
Jonas Wind (FCK)
Mohamed Daramy (Ajax)
Andreas Cornelius (Trabzonspor)
Jacob Bruun Larsen (Hoffenheim)
Anders Dreyer (Rubin Kazan)
Pione Sisto (FC Midtjylland)

Nýggir í mun til upprunahópin


Føroyar og Danmark spæla í Parkini fríggjakvøldið 12.11. Avspark er klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder