Fótbóltur

Halda til í Svøríki fyrstu dagarnar

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur nú seinnapartin sína fyrstu venjing fram ímóti dystinum í Parkini fríggjakvøldið. Hon verður í Malmö, har føroyska liðið heldur til næstu dagarnar - hetta millum annað orsakað av fleri tøkum vallum enn í Danmark.

Brandur Hendriksson, sum spæliir í svenskum fótbólti, her til landsliðsvenjing á Amager í november. Næstu dagarnar venur føroyska liðið hinugmegin Oyrasund. Brandur er tíverri ikki tøkur til dystin móti Danmark vegna leikbann (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson, sum spæliir í svenskum fótbólti, her til landsliðsvenjing á Amager í november. Næstu dagarnar venur føroyska liðið hinugmegin Oyrasund. Brandur er tíverri ikki tøkur til dystin móti Danmark vegna leikbann (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-08 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun fóru teir úttiknu leikararnir, ið til dagliga spæla í Føroyum, og partur av venjaratoyiminum við flogfari til Keypmannahavnar. Føroyar spæla móti Danmark á Eysturbrúgv fríggjakvøldið, men tað verður í fyrstu syftu ikki í danska høvuðsstaðnum, men í býnum sum leingi var tann næststørsti í Danmark, og sum er áleið tretivu kilometrar frá Keypmannahavn, at fyrireikingarnr fara fram.

Malmö liggur hinumegin Oyrasund og hevur í skjótt fýra øldir verið svenskur. Landsliðsvenjari føroyinga er svii. Håkan Ericson er tó frá einum heilt øðrum parti av Svøríki - heimbýurin er Åby, sum er partur av Norrköping kommunu í landspartinum Östergötland.

[object Object]
Seinast føroyska manslandsliðið var í Svøríki, var til EM-undankappingardyst á Friends Arena í november. Sviar vunnu 3-0 í seinasta dystinum hjá Lars Olsen og Jóannes Jakobsen sum venjarum hjá føroyska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Valið um at føroyski hópurin skal halda til í Skåne - Suðursvøríki - er sum skilst tikin, tí at tað hevur betri borið til at fingið atgongd til góðar vallir at venja á har. Um hesa tíðina verður ansa væl eftir serliga grasvallunum í Danmark, og í dag, morgin og mikudagin venur føroyska liðið í Svøríki, áðrenn leiðin gongur yvirum hósdagin, tá venjast skal í Parkini, sum verður fullsett fríggjakvøldið, og har júst standurin av grasinum hevur verið fyri nógvum atfinningum. 

Håkan Ericson og toymi hansara hava verið noyddir at gjørt nakrar broytingar, í mun til uppruna úttøkuna. Longu tá var greitt, at tvøramaðurin Gilli Rólantsson og vágbingurin Heini Vatnsdal ikki vóru tøkir vegna skaðatrupulleikar, og síðani hava tveir leikarar úr næstbestu norsku deildini, Ári Mohr Jónsson og Meinhard Egilsson Olsen verið noyddir at givið avboð. Meinhard varð úttikin seinni, men skaðin ið legði meinbogar fyri honum seinast, darvar framvegis. Bakkarnir Jóannes Kalsø Danielsen og Daniel Johansen hava koronu. 

Teir 24 leikararnir venja fyri frystu ferð saman í Malmö seinni í dag.


Les eisini: 
Skaðar og korona raka landsliðshópin - tríggir út og fýra inn
Patrik boðsendur til landsliðið


Hópurin:

Málverjar: 

Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Hørður Askham, HB
Bartal Wardum, HB 
René Shaki Joensen, HB
Heðin Hansen, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Bjarni Petersen, B36

Miðvallarar: 
Hallur Hansson Vejle BK (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ) *
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Hannes Agnarsson, B36
Patrik Johannesen, Egersunds (NOR)

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, Lyngby (DK)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder