Longu tá landsliðið varð kunngjørt, var greitt, at nakað av skaðatrupulleikunum. Fyrsta valið á høgra bakki/vongbakki seinastu fýra árini, Gilli Rólantsson Sørensen, sum hevur spælt allar undankappingardystirnar í ár, er skaddur í lærkikanum, og Heini Vatnsdal, sum í løtuni tykist at vera fyrsti eykamaður hjá Odmari Færø og Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni, er darvaður av knænum.
Les eisini:
Hesir skulu til Danmarkar og Ísraels
Gilli spælir ikki aftur í 2022
Í vikuni hava tveir av bakkunum, ið vórðu úttiknir, fingið staðfest korona. Týsdagin skrivaði in.fo um vinstra bakkin Daniel Johansen úr HB, og dagin eftir bar sama heimasíðan, eins og Norðlýsið tíðindini um smittaða høgra bakkin úr Klaksvík Jóannes Kalsø Danielsen. Føroyameistarin hevði helst fingið møguleikan í í hvussu er einum av dystunum hesuferð.
Jóannes Kalsø Danielsen sleppur heldur ikki hesuferð at spæla landsdyst...
Tað ger Daniel Johansen heldur ikki - hann fekk eina góða debut móti Moldova í september, tá Føroyar vunnu 2-1 (Myndir: Sverri Egholm)
Nú hevur enn ein leikari, sum fyrst og fremst er bakkur/vongbakkur, men sum hesuferð varð úttikin sum vongur, verið noyddur at geva avboð. 27-ára gamli Ári Mohr Jónsson sá eftir avrikini á vinstra kanti í dystunum móti Eysturríki og Skotlandi seinast út til at vera í gongd við eitt slag av gjøgnumbrotið á landsliðnum og hevði so at siga óivað verið fyrsta val á plássinum hesuferð.
Ístaðin er leikarin, sum røkti plássið fram til tað, ein av teimum úttiknu. Skaðar løgdu Meinhard Egilssyndi Olsen meinbogar í vegin seinast, men Bryne-leikarin er komin fyri seg og hevur spælt dystir seinastu vikuna, og hann er nú til reiðar at koma við landsliðnum aftur.
Hannes Agnarsson, og Ári Mohr Jónsson, í dystinum móti Eysturríki 9. oktober (Mynd: Jens Kr. Vang)
Meinhard Egilsson Olsen hevur seinasta mánaðin ella so havt fokus á at verða heilt klárur aftur - kviki kanturin hevur spælt nógv undir Håkani Ericson (Mynd: Sverri Egholm)
Ein annar møguleiki til vongpláss er Hannes Agnarsson, sum aftur er úttikin sum avloysari eftir avboð. 22-ára gamli B36 leikarin skoraði eitt framúr gott mál móti Víkingi í gjár og fekk sín fyrsta landsdyst móti Eysturríki í oktober. Liðfelagið hansara úr B36, Bjarni Petersen, hevur nú eisini fingið A-landsliðsboð. Tað gjørdi verjuleikarin fyri fyrstu til venjingardystirnar í juni, har hann ikki kom á vøllin.
Ikki óvæntað hevur Heri Hjalt Mohr eisini fingið boð um at koma við til Danmarkar og Ísraels, nú Gilli og Jóannes ikki eru tøkir. René Shaki Joensen er hin leikarin í hópinum, sum av álvara er í spæl til plássið á høgra bakki.
Føroyska ferðalagið fer mánadagin til Svøríkis, har tríggjar venjingar verða á skránni, áðrenn vant verður í Parkini hósdagin, har dystur eisini verður fríggjakvøldið
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36
Verjuleikarar:
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Hørður Askham, HB
Bartal Wardum, HB
René Shaki Joensen, HB
Heðin Hansen, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Bjarni Petersen, B36
Miðvallarar:
Hallur Hansson Vejle BK (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ) *
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Hannes Agnarsson, B36
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne (NOR)
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, Lyngby (DK)
*Leikbann til fyrra dystin - móti Danmark í Parkini
Nýggir í hópinum í mun til uppruna úttøkuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald