HM-undankappingardysturin á Tórsvølli 12.oktober millum Føroyar og Skotland var A-landsdystur nummar 50 hjá Gilla Rólantssyni Sørensen.
29-ára gamli tvøramaðurin skrivar í uppslagi á sosialu miðlunum, Facebook og Instagram, at hann er sera errin av at hava spælt so nógvar dystir fyri land sítt.
Samstundis harmast Gilli. Skjóti bakkurin/vongbakkurin hevur runnið sínari seinastu metrar í einum kappingardysti í hesum árinum. Hann boðar í uppslagnum frá, at lyskan (lærkrikin) hevur plágað hann illa seinastu mánaðirnar, og at nú gongur tað ikki longur.
Í viðmerking við Portalin sigur royndi landsliðsleikarin, ið til dagliga spælir fyri Odds BK í Noregi, at hann mest sannlíkt skal undir skurð í næstum fyri at koma trupulleikanum til lívs. Eftir skurðviðgerðina tekur tað umleið seks vikur, til leikari er 100 prosent til reiðar aftur, og í øllum førum er greitt, at Gilli Rólantsson ikki spælur aftur fyrrenn í 2022.
Skaðin merkir, at Gilli ikki varð úttikin til seinastu HM-undankappingardystirnar á hesum sinni, ið verða leiktir í Danmark og Ísrael, ávíkavist 12. og 15. november. Fimm umfør eru eftir í bestu norsku deildini - ta seinasta er 12. desember. Odds hevur átta stig niður til 14. plássið, ið ger at man skal í upp- og niðurflytingardyst, og níggju stig niður til gamla felagið hjá Gilla, Brann Bergen, sum liggur til beinleiðis niðurflyting.
- Tað at fáa at vita, at man ikki slapp at spæla meir í ár, var ein sera tungur og beiskur biti at svølgja, skrivar Gilli Rólantsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald