Fótbóltur

Hesir skulu til Danmarkar og Ísraels

Gilli Rólantsson og Heini Vatnsdal eru ikki við vegna skaðatrupulleikar, og tí eru millum annað fleiri leikarar úr HB, umframt Jóannes Kalsø Danielsen, úttiknir. Pláss er fyri einum álopskendum leikara afturat í hópinum.

Håkan Ericson á tíðindafundinum fyri løtu síðani. Hann hevur nú úttikið sín seinasta hóp í hesari undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson á tíðindafundinum fyri løtu síðani. Hann hevur nú úttikið sín seinasta hóp í hesari undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-01 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson hevur fyri løtu síðani kunngjørt landsliðshópin til seinastu dystirnar í undankappingini, sum verða ávíkavist í Danmark 12. november og í Ísrael 15. november.

23 leikarar eru í fyrstu syftu úttiknir. Sambært landsliðsvenjaranum verður ein spælari tikin út afturat, og í viðtalu við FM1 segði hann, at valið í løtuni stendur millum kvikar álopskendar leikarar: Meinhard Egilsson Olsen og Hannes Agnarsson. 

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]
Hannes Agnarsson í sínum fyrsta landsdysti (omanfyri) og Meinhard Olsen í Moldova, har hann skoraði (Myndir: Jens Kr. Vang og EPA)

Fyrrnevndi kom til Føroya til seinastu landsdystirnar, men staðfest varð skjótt at hann var ikki nóg birgur at spæla landsdystirnar. Eftir ein skaðastøgð var runavíkingurin aftur á vølli fyri Bryne FK eina løtu fríggjakvøldið og skal aftur royna seg í kvøld. Hannes Agnarsson var ein av teimum, sum kom inn í hópin vegna skaðar, og hann fekk sín fyrsta landsdyst móti Eysturríki. Avgerðin um hetta plássið fellur í vikuni.

Merkisvert er, at tveir av føstu verjuleikarunum ikki eru við hesuferð. Gilli Rólantsson hevur ikki spælt fyri Odds í bestu norsku deildini síðani seinastu landsdystirnar, og Heini Vatnsdal hevur sum skilst verið darvaður av knænum. Jóannes Kalsø Danielsen er hesuferð úttikin - kom ístaðn fyri Hera Hjalt Mohr seinast. Júst Heri skal ikki við til Danmarkar og Ísraels, men tað skulu seks av hansara liðfeløgum, harav fimm eru úttiknir sum verjuleikarar: 

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen til landsdliðsvenjing í síðsta mánaða. Hann og René Shaki Joensen eru hesuferð úttiknir við tanka um plássið á høgra bakki - Gilli er skaddur (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Daniel Johansen fekk landsliðsdebut í august - her í evropeiskum dysti. Aftanfyri stendur Heðin Hansen. Í mun til dystirnar í oktober, eru hesir báðir við (Mynd: Sverri Egholm)

René Shaki Joensen, ið hevði leikbann til seinasta dyst, er ætlaður til bakkplássini, Heðin Hansen, sum er við aftur, kann spæla í miðverjuni og sum verjukendur miðvallari, og hesuferð er Bartal Wardum úttikin saman við sínum fasta makkara í HB-miðverjuni, Hørði Askham.Hetta í samband við skaðatrupulleikarnar hjá Heina Vatnsdal.

Ári Mohr Jónsson er upprunaliga HB'ari, og skjóti og kraftmikli vinstrabeinti spælarin, ið til dagliga spælir í Sandnes í næstbestu norsku deildini, stóð sterkur í myndini í dystunum í oktober sum vinstir kantur. Hetta plássið er Ári úttikin til hesuferð.

[object Object]Ári segði í samband við seinastu landsdystirnar, at hann nú av álvara vildi bíta seg fastan á landsliðið 

[object Object]
Nakað áðrenn hann lyfti FM-steypið skoraði Jákup B. Andreasen fyri KÍ móti Víkingi...

[object Object]Ið millum annað hevði Sølva Vatnhamar á liðnum. Tá landsliðið seinast var saman var Jákup Andreasen ikki við, og Sølvi var nógv hjá fysioterapeutinum og spældi ongan minutt (Myndir: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar spældi 90 minuttir í vikuskiftinum og gjørdist sum væntað klárir til landsliðið aftur - royndi leirvíkingurin spældi millum annað móti Jákupi Biskopstø Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Til landsdystirniar í oktober var Jákup ikki tøkur, meðan Jóannes kom við uppá avboð - nú eru báðir FM-vinnararnir úttiknir.

Til fyrra dystin skal avloysari finnast fyri Brand Hendriksson, ið hevur leikbann.
Føroyska ferðalagið fer til Danmarkar um eina viku.

Málverjar: 
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Hørður Askham, HB
Bartal Wardum, HB 
Daniel Johansen, HB
René Shaki Joensen, HB
Heðin Hansen, HB

Miðvallarar: 
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (NOR)
Hallur Hansson Vejle BK (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ) *
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, Lyngby (DK)

*Leikbann til fyrra dystin - móti Danmark í Parkini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder