Fótbóltur

Patrik boðsendur til landsliðið

Meinhard Egilsson Olsen verður ikki við kortini. Fyr hann, hevur landssliðsvenjarin úttikið Patrik Johannesen, sum spælir í Egersunds IK í Noreg.

Patrik Johannesen her ímóti Danmark í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen her ímóti Danmark í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-06 23:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsliðsvenjarin Håkan Ericson stríðist í hesum døgum av øllum alvi at fáa pusluspælið at ganga upp, nú landsliðið skal spæla á útivølli í móti Danmark og Ísrael.

Skaðar og korona hava rakt hópin, sum nú aftur hevur fingið eitt avboð.

Tí Meinhard Egilsson Olsen verður kortin ikki við til dystirnar móti Danmark og Ísrael sum verða 12. og 15. november. Ístaðin verður tað Patrik Johannesen, sum kemur aftur á landsliðið.

Til seinastu landsliðssamling varð Meinhard noyddur at blaka handklæði í ringin orsaka av skaða, og tað er hesin sami skaði, ið framvegis spøkir.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir einum øðrum føroyingi, ið spælir í norskum fótbólti. Talan er um Patrik Johannesen úr Egersunds IK, sum síðan 2017 hevur spælt 12 A-landsdystir fyri Føroyar.

– Tað er sjálvandi keðiligt, at Meinhard framvegis er skaddur, og vónandi kemur hann skjótt fyri seg. Men tað ræður um at vera til reiðar, tá møguleikin kemur, og vónandi kann eg prógva fyri venjaranum, at eg eigi eitt pláss á landsliðnum, sigur Patrik Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.

Fríggjadagin 12. november spæla Danmark og Føroyar í Parkini í Keypmannahavn, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 15. november spæla Ísrael og Føroyar á Nethanya Stadion í Tel Aviv.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Hari Hjalt Mohr, HB Tórshavn
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Bjarni Petersen, B36 Tórshavn
René Shaki Joensen, HB Tórshavn
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ Runavík
Hallur Hansson, Vejle BK (Danmark)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Patrik Johannesen, Egersunds IK (Noreg)

Les eisini: Skaðar og korona raka landsliðshópin - tríggir út og fýra inn


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder