Fótbóltur

Danskur miðverji til B36

20 ára gamal verjuspælari kemur til B36 úr Lyngby Boldklub. Felagið hevur gjørt leigusáttmála sum er galdandi fyrru kappingarhálvu.

Thor Høholt (Mynd: Lyngby Boldklub)

Thor Høholt (Mynd: Lyngby Boldklub)

2022-01-25 22:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 og Thor Høholt hava gjørt sáttmála, sum inniber at verjuspælarin verður partur av B36 fyrru kappingarhálvu.

20 ára gamli Thor Høholt hevur fingið sína fótbóltsuppaling í FC Nordsjælland og Lyngby Boldklub, har hann eisini hevur verið partur av hópinum kring besta liðið. Hann verður lýstur sum ein skjótur verjuspælari, sum bæði er sterkur í luftini og við bóltinum fyri føturnar.

B36 sigur, at høvuðsvenjarin, Dan Brimsvík, hevur samskift við Thor og Lyngby í eina tíð, og sjálvur sigur verjuspælarin, at hann gleðir seg at koma til Føroya.

- Eg havi valt at royna meg hjá B36, tí eg haldi, at hetta er eitt gott ítróttarligt ”match” og eitt gott stig á leiðini í míni i ítróttarligu menning. Eg havi havt fleiri samrøður við Dan, og tað er við eini góðari kenslu, at eg nú seti kós móti Føroyum, sigur Thor Høholt við B36 heimasíðuna.

Hetta er í fyrsta lagi ein leigusáttmáli, sum er galdandi fram til 1. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder