Annað

Dart er nú partur av ÍSF

Í dag eru 6 virkin dartfeløg kring landið.

Nevndin í Dartsamband Føroya. F.v.: Jens Albert Simonsen (VDF), Hans Eivind Olsen (Team Sandoy), Kristian Joensen (KDF)

Nevndin í Dartsamband Føroya. F.v.: Jens Albert Simonsen (VDF), Hans Eivind Olsen (Team Sandoy), Kristian Joensen (KDF)

2018-10-02 12:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyskir dartspælarar síggja í flestu førum seg sjálvar sum ítróttarfólk. Í føroyska dart-umhvørvinum hevur eina tíð verið tosað um, at dart átti at verið partur av ÍSF, eins og flestu av hinum ítróttargreinunum eru tað. Síðsta vetur vóru fundir við umsitingina hjá ÍSF og í juni varð so formlig umsókn send starvsnevndini hjá ÍSF við umsókn um upptøku sum menningarsamband undir ÍSF.

Starvsnevndin hjá ÍSF játtaði á fundi 30.08.2018 umsóknini um limaskap. Á stovnandi aðalfundi 29.09.2018  var so seinasta stigið tikið at skipað Dartsamband Føroya sum menningarsamband undir ÍSF. Á fundinum vórðu viðtøkur samtyktar og nevnd vald.

Líka síðan 1990 hava dartkappingar verið í Føroyum. Dart hevði stóra framgongd í 90’unum og tá virksemi var mest, vóru 14 dartfeløg, eitt Dartsamband og fleiri 100 aktivir leikarar. Men mitt í 00’unum dovnaði virksemi og frá 2008 til 2011 vóru ongar kappingar. Í 2011 byrjaði Havnar Dartfelag so smátt aftur at skipa fyri kappingum og í 2014 var aftur lív komið í fleiri feløg kring landið. Ein fyribils nevnd varð vald at samskipa kappingar v.m. í einum ”Dartsambandi”, sum tó ongantíð varð skipað reint formliga.

Men hóast viðurskiftini Dartsambandinum reint formliga ikki komu uppá pláss fyrr enn nú, so hava fólk ikki ligið á latu síðuni hesi árini síðan 2014. Í dag eru 6 virkin dartfeløg kring landið og kappast verður á ymiskan hátt frá september til mai. Í liðkappingini eru 10 lið, ið kappast yvir 4 vikuskifti. Hesi somu vikuskiftini verður eisini kappast í tvímansleiki. Harumframt eru 7 umfør í kappingini í einmansleiki og alt endar so við einum FM-degi í apríl.

Umframt hesar kappingar skipar Havnar Dartfelag fyri 10 kappingum í blandaðum tvímansleiki og summi feløg skipa av sínum eintingum fyri størri Open-kappingum.

Á hvørjum ári eru dartspælarar eisini og kappast í størri kappingum í hinum Norðurlondunum og longu komandi vikuskifti fara tríggir av frægastu spælarunum til Íslands at taka lut í PDC Nordic.

Við limaskapinum í ÍSF verða viðurskiftini hjá føroyskum dart vónandi uppaftur betri, bæði tá hugsað verður um einstaka spælaran og dartfeløgini, eins og rekruttering av nýggjum spælarum og betri skipaðar venjingar eru virkisøki, ið arbeiðast má við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder