Huddersfield hevur havt eitt alt annað enn lætt kappingarár. Í fjør yvirlivdi felagið sum uppflytari, men í ár eru bert ellivu stig komin í hús eftir 22 dystir.
Hetta fær nú avleiðingar; í kvøld frættist at David Wagner ikki longu er venjari hjá Huddersfield. 47-ára gamli týskarin er vorðin samdur við felagið um, at partarnir skulu skiljast.
Sky Sports skrivar, at Wagner boðaði leiðsluni frá, at hann hevði tørv á einum steðgi frá fótbólti- Hann bjóðaði seg tó til at vera til kappingarenda og geva alt fyri felagið, um tað varð ynkst. Formaðurin Dean Hoyle sigur við stóra enska miðillin, at fyrst var avgjørt at halda fram við samstarvinum, men nú føla partarnir at tíðin er tann rætta at steðga.
Huddersfield hevur heili átta stig upp til strikuna, og tað verður tí ein stór uppgáva, ið nýggi venjarin fær. Tað er ikki greitt enn, hvør tað verður, men fyri fyrst verður tað fyrrverandi verjuleikarin Mark Hudson, ið hevur verið í venjaratoyminum í felagnum, sum skal standa á odda fyri botnproppinum. Hudson hevur fyrr umboðað felagið sum leikari. Fyrsta uppgávan hjá 36-ára gamla onglendinum verður stór - ímóti Manchester City.
David Wagner kom til Huddersfield seint í 2015, tá liðið hevði tað trupult í næstbestu deildini. Huddersfield flutti upp í 2017 við týskaranum á odda.
Fótbóltur
David Wagner og Huddersfield hava sagt samstarvið upp
Botnliðið í Premier League skal hava nýggjan venjara.
David Wagner stóð á odda fyri Huddersfield í yvir trý ár (Mynd: EPA)
2019-01-14 20:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald