Í 2018 kom ein tá 24-ára gamal serbi til Klaksvíkar. Sum barn búði hann eitt stutt skifti á Tvøroyri, tí pápin - Zoran Pavlovic - við TB. Seinni var Zoran í tveimum førum venjari hjá TB.
Sonur hansara hevur skrivað sítt navn fast í KÍ-søguni. Deni Pavlovic hevur spælt 129 dystir og skorað 16 mál fyri KÍ. Serliga hevur tað veirð í evropeisku dystunum, at Deni hevur verið lutfalsliga málsøkin fyri ein miðverja/verjukendan miðvallara: Har hevur nú 29-ára gamli maðurin úr Beograd fýra mál í 21 dystum.
Nú hevur hann skrivað undir nýggjan sáttmála við KÍ, ið er galdandi til og við 2025. Hetta skrivar KÍ í dag.
-Vit frøast um at kunna kunngera, at Deni hevur longt sín sáttmála við okkum. (...) Upprunaliga kom Deni til KÍ sum miðverji, men hevur hann víst, at hann kann leika á fleiri plássum - og hevur hann fyri tað mesta røkt plássið á miðvøllinum seinastu tíðina.
Harvið fer sterki serbin at spæla við KÍ fýra tey næstu kappingarárini. Deni Pavlovic hevur verið við til at vunnið trý føroyameistaraheiti í Klaksvík og til at spæla KÍ víðari fimm ferðir í Evropa.
Deni Pavlovic í eyðkendum stíli í dysti í Runavík (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald