Fótbóltur

Diego Simeone longt sáttmálan til 2022

Lívligi argentinski venjarin hevur gjørt Atletico Madrid til eitt støðugt oddalið.

Diego Simeone verður verandi í Atletico Madrid í trý ár afturat
(Mynd: EPA)

Diego Simeone verður verandi í Atletico Madrid í trý ár afturat (Mynd: EPA)

2019-02-15 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Atletico Madrid kunngjørdi í gjár, at felagið hevur longt sáttmálan við høvuðsvenjaran, Diego Simeone. Tað er ikki uttan orsøk. Síðani hann kom til í 2011, hevur fyrrverandi leikarin í felagnum, gjørt sítt til at Atletico kann bjóða Barcelona og Real Madrid av í oddinum í La Liga, og í evropeiskum fótbólti hevur liðið eisini staðið seg væl.

Atletico vann La Liga í 2014 frammanfyri nøsini á Barcelona, og hetta var eitt frálíkt avrik. Í sínum fyrsta kappingarárið í felagnum vann Simeone Europa League, og aftur í fjør sigraði Madrid-felagið í kappingini. Í 2013 vann Atletico Copa del Rey við sigri á grannunum Real.

Simeone hevur sín heilt egna stíl at verða uppá og at spæla fótbólt uppá. Oftast íklæddur bert svart og á vøllinum er spælið skipað og effektivit. Hann er kosin at vera besti venjari í La Liga tríggjar ferðir, og tvær ferðir hevur hann verið ógvuliga nær við at ført sítt felag til sigurs í Champions League. Bæði í 2014 (eftir longda leiktíð) og í 2016 (eftir brotssparkskapping) var Real Madrid omaná í finaluni ímóti Atletico.

Eftir tvey tap á rað, seinasta vikuskifti ímóti Real, er Atletico Madrid nú nummar trý í La Liga. Sjey stig eru niður til Barcelona, og Real er eitt stig frammanfyri. Diego Simeone er tann venjarin í La Liga, ið verið longst í sessinum, og nú kemur hann so at sita eina tíð afturat.

Kelda: BBC

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder