Leikliga var tað als ikki kvøldið hjá Portugal, og tað var nærum vanlukka hjá Cristiano Ronaldo, Pepe og hinum móti Slovenia, ið stríddist væl ímóti.
Ronaldo royndi seg fleiri ferðir - millum annað við nøkrum beinleiðis fríspørkum, harav tvey vóru vandamikil. Seint í vanligu leiktíðini spældi Diogo Jota liðformanninum væl frían í slovenska brotsteignum, men hann skeyt mitt á Jan Oblak.
Í 1. hálvleiki í longdu leiktíðini vóru hesir tríggir aftur í miðdeplinum. Jota varð feldur í slovenska brotsteignum, so skuldi Ronaldo sjálvandi skjóta. Oblak kennir hann væl, fra tí at báðir spældu í La Liga og Champions League, og málverjin tók skotið. Tað var í "málverjahædd" men tó væl lisið og bjargað av besta spælaranum á slovenska liðnum.
Ronaldo irðar seg - Oblak stórfegnast (Mynd: EPA)
Pepe eggjar Ronaldo til at koyra á víðari undan seinna hálvleiki í longdu leiktíðini - nærum beint eftir brotssparki (Mynd: EPA)
Hetta rakti Ronaldo meint. Hann hevur ikki skorað í hesum endaspælinum, og tárini vóru frammi í steðginum, tá hann ásannaði, at hetta kundi kostað víðari luttøkuna. 39-ára gamli áleyparin var tó á vøllinum til brotssparkskappingina - tí fyrstu í hesum endaspælinum. Tað kom tó bert so langt, tí at Diogo Costa stórbjargaði í 2. hálvleiki av longdu leiktíðini.
Slovenia megnaði - og vildi - so at siga einki frameftir, men brádliga var Pepe áhalsin sum aftasti maður: Alveraði skeivt og gleið nakaðð, og so var Benjamin Sesko púra fríur við portgisiska málverjanum. Costa stakk tó beinið væl út og blokeraði skotinum hjá mest vandamikla slovenanum.
Mynd: EPA
Mynd: EPA
Hetta var ein fyriboðan: Í brotssparkskappingini avgjørdi Costa eisini. Málverjin hjá Porto er ógvuliga góður til júst hetta, og hann bjargaði øllum trimum royndunum, sum Slovenia slapp at hava. Ronaldo, Bruno Fernandes og Bernardo Silva skoraðu allir trygt, og so sluppu favorittarnir kortini víðari til fjórðingsfinalurnar.
Nú gekk hjá Ronaldo úr ellivu metrum (Mynd: EPA)
Men Diogo Costa var heilt stóri maðurin hjá Portugal í kvøld (Myndir: EPA)
Tað er um fýra dagar - fríggjakvøldið - at Portugal skal stríðast við Frakland. Lagt er upp til brak í Hamburg, men liðið hjá Roberto Martinez skal avrika betri tá enn í kvøld, har tað fór heilt út á eggina. Slovenia fer heim uttan at hava tapt ein dyst uppá 90 minuttir.
Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum
Í dag, mánadagin 1. juli
Portugal - Slovenia 3-0 eftir brotssparkskapping - 0-0 eftir vanliga og longda leiktíð
Brotsspørk:
Diogo Costa bjargar
Cristiano Ronaldo 1-0
Diogo Costa bjargar
Bruno Fernandes 2-0
Diogo Costa bjargar
Bernardo Silva 3-0
Frakland - Belgia 1-0 (0-0)
85' Sjálvmál 1-0
Les eisini: Sjálvmál varð avgerandi í Düsseldorf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald