Annað

Djokovic sleppur at spæla kortini

Serbiska tennisstjørnan hevur verið afturhildin á sóttarhaldshotelli í Avstralia, tí hann ikki kundu vísa koppsetingarváttan.

Fólk hava savnast uttan fyri sóttarhaldshotellið í Melbourne fyri at stuðla Djokovic (Mynd: EPA)

Fólk hava savnast uttan fyri sóttarhaldshotellið í Melbourne fyri at stuðla Djokovic (Mynd: EPA)

2022-01-10 10:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Serbiska tennisstjørnan, Novak Djokovic, nummar eitt á tennisstyrkilistanum, fær loyvi at vera verandi i Avstralia og sleppur at spæla stóru tenniskappingina, Australian Open.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar eftir eina hoyring í avstralska býnum Melbourne.

Ein dómari gav Djokovic viðhald í, at hann skal sleppa at vera í Melbourne, har stóra grand slam-tenniskappingin byrjar um eina viku.

Djokovic var sýttur innferð í Avstralia, tí hann ikki lýkur avstralsku koronatreytirnar. Tí hevur hann í nakrar dagar verið innistongdur í einum sóttarhaldshotelli meðan hann hevur bíðað eftir eini avgerð.

Snúningspunktið í málinum hevur verið, at Djokovic hevur ikki upplýst sína koppsetingarstøðu. Koppseting móti koronavirrus er annars treyt fyri at sleppa inn í Avstralia.

Hann fekk tó undantaksloyvi at koma inn, men varð kortini hildin aftur, tí myndugleikarnir ikki hildu, at hansara visum loyvdi honum at koma inn í landið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder