Hondbóltur

Dómararnir eru settir til steypafinalurnar

Wardum-brøðurnir døma kvinnufinaluna; Gert Hansen og Thomas Juul S. Thomsen skulu leiða dystin hjá monnum.

Her sæst Thomas Juul S. Thomsen undir seinnu hálvfinaluni ímillum Kyndil og H71 í gjár. Hann og Gert Hansen skulu døma steypafinaluna hjá monnum
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Her sæst Thomas Juul S. Thomsen undir seinnu hálvfinaluni ímillum Kyndil og H71 í gjár. Hann og Gert Hansen skulu døma steypafinaluna hjá monnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-18 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu hálvfinalurnar hjá monnum og kvinnum avgjørdar. Nú verður sær fram til finalurnar, ið verða seinnapartin leygardagin í Stórhøllini á Hálsi.

Les meira: Kyndil í báðum finalunum leygardagin

Nú er eisini greitt, hvørjir skulu døma finalurnar. In.fo skrivar, at hjá kvinnunum verða tað royndu dómararnir og fyrrverandi leikararnir, Hannis Wardum og Uni Wardum. Mansfinaluna døma Gert Hansen og Thomas Juul Thomsen. Gert hevur fyrr leikt í bestu deildini, og er annars mest kendur frá fótbóltinum. Hann og Arnar Dam gjørdust ársins dómarapar í fjør. Undan hesum kappingarárinum avloysti Thomas Juul Arnar. 

Faxe Kondi finalurnar 2019:
Kl. 13.30 VÍF – Kyndil
Kl. 16.00 Neistin – Kyndil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder