
Danska fótbóltssambandið og landsliðsleikararnir eru blivnir samdir um eina fyribils loysn uppá trætuna, so at hesir kunnu spæla landsdystin móti Wales sunnudagin. Nýggja avtalan er ein leinging av tí gomlu avtaluni, so at hendan nú er galdandi til 30. september.
Tá Danmark spælir móti Wales sunnukvøldið, verða leikarar sum Christian Eriksen, Kasper Schmeichel og Simon Kjær við aftur.
Leikararnir, sum spældu við fyrrakvøldið fegnast um at hinir eru við aftur.
- Hetta kundi ikki verið betri. Tað er soleiðis tað skal verða. Danskur fótbóltur er bjargaður, so hetta eru góð tíðindi, sigur Christian Offenberg, sum spældi í álopinum fyrrakvøldið, við DR.
Danska fótbóltssambandið boðar frá, at hópurin móti Wales verður úttikin áleið um middagstíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald