Stórdystur var í Týsklandi í kvøld, tá Bayern München var á vitjan hjá Dortmund. Fýra stig skiltu liðini undan dystinum. Dysturin er kendur sum "Der Klassiker"
Dortmund hevur verið flúgvandi í ár og var ósigrað undan uppgerðini. Liðið úr vestara parti av Týklandi er uppsett uppá at steðgða sigursrøðini hjá Bayern úr uðurtýsklandi, ið hevur vunnið týska meistaraheitið seinastu seks árini.
Teir yvir 80.000 áskoðarnir á Signal Iduna Park(Westfalenstadion) fingu undirhald fyri allar pengarnar. Robert Lewandowski skoraði tvær ferðir fyri útiliðið, men í báðum førum javnaði Marco Reus. Fáar minuttir eftir 2-2 málið legði Paco Alcacer Dortmund á odda. Og spanski áleyparin gjørdist matchvinnari. Málið kom í 73.minutti, Bayern megnaði ikki at svara aftur, og øll trý stigini vóru verandi í Dortmund.
Dortmund hevur nú 27 stig fyri 11 dystir. Bayern er á 20 stigum; ímillum liðini er Borussia Mönschengladbach á 23 stigum. Bayern skal harvið veruliga stríðast fyri at koma aftur á tindin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald