Annað

Dramatikkur í EM í svimjing

Ætlanin hjá Pernille Blume at koma tættari heimsmetinum miseydnaðist

Dramatikkur í EM í svimjing

Pernille Blume aftaná 100 metrar frísvimjing hálvfinaluna (Mynd: EPA)

2018-08-08 10:24 Author image
Ari av Rana

Stórur dramatikkur var til EM í svimjing í Glasgow í gjár, tá hálvfinalurnar í 100 metrar frísvimjing hjá kvinnum vóru.

Spenningur var um hvør fór at vinna EM gull á teininum. Stóra kappingini skuldi verða millum svensku Sarah Sjöström og danska OL vinnaran Pernille Blume, men so skuldi ikki verða.

Í hálvfinaluni gekk Pernille Blume ímóti øllum ætlanum.

- Eg haldi at øll sum sóu tað hugsaðu tað sama. Tað var yvirraskandi og kom sum ein skelkur. Tað er tað tað var – skelkandi. Men hent er hent, segði danski landsliðsvenjarin.

Pernille Blume legði hart út og svam eina góða tíð fyrstu 50 metrarnar, har hon var langt fremst. Men so hendi tað sum eingin væntaði. Ístaðin fyri at gera eina vanliga vending, har svimjarin bóltar rút og sparkar seg avstað aftur út frá vegginum, nam Pernille veggin við hondini áðrenn hon vendi sær við yvirflatini.

Pernille Blume segði við TV2 aftaná kappingina, at hennara ætlan var at vita hvussu tætt hon kundi koma heimsmetinum, men ætlanin hjá Pernille miseydnaðist og hon endaði á einum sætta plássi og rakk ikki finaluna.

Eftir hendingina hevur Pernille Blume verið fyri nógvum atfinningum frá eitt nú ítróttastjóranum í danska svimjisambandinum, serfrøðingum og fleiri tíðindamiðlum, fyri ikki at halda seg til ætlanina, sum hon hevði lagt saman við venjaratoyminum.