Annað

Dramatiskur endi á Skála

Fýra dystir í seinasta umfari áðrenn summarsteðgin eru leiktir í kvøld.

Skála fekk tryggjað sær javnleik í evstu løtu - B36 vann tryggjan sigur á Argjum
Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Skála fekk tryggjað sær javnleik í evstu løtu - B36 vann tryggjan sigur á Argjum Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-06-22 21:20 Author image
Agnar Prestá

B36 fer um brúnna aftur við einum sera tryggum sigri á Argjum. Øll fýra málini hjá árstalsfelagnumkomu á fyrra hálvleiki.

Upp á nakrar minuttir hevði B36 skorað tvær ferðir, og smáar tíggju minuttir fyri hálvleik varð dysturin avgjørdur. Árni G. Olsen gjørdi brotsspark, fekk reytt kort og Lukasz Cieslewicz umsetti brotssparkið til mál. Beint fyri hálvleik skoraði Kainar Saag til 4-0, og í 2. hálvleiki var cruise control hjá Jákup á Borg og teimum, hóast AB fekk minkað til seinast.

Á Skála var dramatiskt ímóti endanum, tá eystari og vestari armur á Skálafjørðinum hittust. Í 90. minutti legði Petur Knudsen útiliðið á odda, og so sá ut til, at øll trý stigini i fóru yvirum fjørðin. Men so javnaði liðformaðurin, Pætur Dam Jacobsen, fyri Skála. 1-1 og liðini deila stigini.

Á Eiði vann KÍ 1-0 móti EB/Streymi. Einsamalla málið í dystinum kom tíðliga í 2. hálvleiki. Tað var Boris Dosljak, ið gjørdist matchvinnari fyri KÍ. Harvið eru klaksvíkingar 2 stig aftanfyri HB undan dystinum hjá oddaliðnum í Vági í morgin.

Í Sørvági, har 07 Vestur tók ímóti Víkingi, endaði 1-0 til útiliðið. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki kom einsamalla málið tá Sølvi Vatnhamar avgreiddi eitt brotsspark.

 
AB - B36 1-4(0-4)

Skála - NSÍ 1-1(0-0)

EB/Streymur - KÍ 0-1(0-0)

07 Vestur - Víkingur 0-1(0-0)

Støðan
1. HB (37 stig)*
2. KÍ (35 stig)
3. B36 (28 stig)
4. NSí (27 stig)
5. Víkingur (26 stig)
6. Skála (18 stig)
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (11 stig)*
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)