Fyri tíggju døgum síðani hevði KÍF, við óvæntaðum sigri á SÍ, lagt seg á bronsuplássið, og vann KÍF á TB leygardagin, so var bronsan tryggjað, um ikki Dráttur púra óvæntað fór at taka stig frá oddaliðnum Fleyr.
Tað var ikki sørt av spenningi í, tá Dráttur var á odda 15-11 ímóti Fleyr í fyrsta setti, men so kom sperðil í, og Dráttur vann bara trý stig afturat í settinum, sum Fleyr vann 25-18. Tey bæði næstu settini vann Fleyr trygt 25-18 og 25-19. Og so mundi bronsan vera rokin, hugsaðu vágakvinnur.
Men tá smartfonirnar vóru funnar fram, og stroymingin frá dystinum í Kollafirði komin á, sást, at KÍF hevði sítt at dragast við ímóti TB, sum var frammanfyri í triðja setti, og sum eisini hevði vunnið tað fyrsta 25-23, men tapt annað sett 25-19. TB megnaði eisini at vinna triðja settið 25-22, men tapti fjórða so mikið sum 25-12.
Stóra roknistykkið um bronsuna
Nú gjørdist tørvur á roknimaskinum, og tær komu fram til, at um KÍF vann fimta settið, so vóru KÍF og Dráttur púra jøvn í stigum og eisini í settmuni, og so høvdu tað verið dystirnir teirra millum, sum avgjørdu, hvat lið var fremri. Í tí roknskapinum hevði KÍF vunnið teir tveir dystir og Dráttur bert tann eina, sum so hevði merkt, at bronsan endaði í Kollafirði.
TB fekk framúr byrjan í javnbrótaranum og legði seg á odda 3-0, 7-3 og síðani 11-5. KÍF minkaði um munin til 8-11, men TB spenti í aftur og vann 15-10. Tað eina stigið, KÍF fekk fyri 3-2 tapið, var akkurát ikki nóg mikið til at vinna bronsu, sum fór til Drátt, sum endaðu eitt stig frammanfyri KÍF.
Nr. 1 og 2 spæla tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður spæld á heimavøllinum hjá tí liðnum, sum endaði sum nr. 1 (Fleyr) í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður spæld í Høllini á Hálsi í Havn.
Finalurnar eru skipaðar soleiðis, at leiktir verða tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst - og tað er líka mikið, hvussu settúrslitini eru - verður leikt eitt avgerandi Gullsett beint eftir seinna dystin. Hetta settið er upp í 15, og tá fellur so avgerðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald