Fótbóltur

Dreymahøgg frá liðformanninum sendi City sera nær meistaraheitinum

Leicester gjørdi sítt til fyri at hjálpa Liverpool, men hóast gott verjuarbeiði og stóran málmøguleika móti endanum, so vunnu Kompany og co..

Vincent Kompany gjørdist maðurin, ið megnaði at fáa bóltin framvið Kasper Schmeichel í kvøld og harvið tryggja City trý sera týdningarmikil stig
(Mynd: EPA)

Vincent Kompany gjørdist maðurin, ið megnaði at fáa bóltin framvið Kasper Schmeichel í kvøld og harvið tryggja City trý sera týdningarmikil stig (Mynd: EPA)

2019-05-06 22:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester City fekk seg veruliga roynt í kvøld, tá Leicester var á vitjan. Við fyrrverandi Liverpool-venjaranum Brendan Rodgers á odda, gjørdi liðið sum einki hevði at spæla fyri, tað ógvuliga trupult fyri liðið sum hevði alt at spæla fyri.

Leicester er eitt av fáu liðunum, ið hevur vunnið á Manchester City í hesum kappingarárinum og hevur staðið seg væl móti topp-seks liðum. Útiliðið arbeiddi eisini sera hart í kvøld og stóð ógvuliga væl skipað og væl ímóti City, ið royndi at koma við trýsti.

Týðuliga nógv stóð á hjá Pep Guardiola og hansara monnum, ið vóru uttan Fernandinho og Kevin De Bruyne. Dystarmyndin var sum væntað: Heimaliðið hevði yvirvágina, og Leicester satsaði uppá umstillingar við Vardy á odda. Størsti møguleikin fyri steðgin var, tá Kasper Schmeichel akkurat fekk jústað bóltin burtur, tá Aguero royndi seg. Danski málverjin stórbjargaði aftur, tá Aguero fekk prikað bóltin móti málinum miðskeiðis í 2. hálvleiki.

Lítla løtu seinni eydnaðist tað so hjá City at fáa bóltin framvið Kasper. Og tað var ein perla, ið avgjørdi dystin. Royndi miðverjin Vincent Kompany fekk gott pláss at reka við bóltnum á hálvuni hjá Leicester, ið stóð djúpt. Hann valdi at smekka til úr smáum 30 metrum, og bólturin fór heilt upp í tættara málhorn. Eitt meitaraheiti verdugt, um City vinnur á Brighton leygardagin. Skaðaplagað men sterki liðformaðurin hevur fyrr verið ógvuliga avgerandi, tá teir ljósabláu hava skula avgjørt Premier League.

James Maddison hevði havt ein góðan møguleika at lagt Leicester á odda fyrr í hálvleikinum, men møguleikin at javna hjá innskifta Ihenachio var væl størri. Fýra minuttir fyri tíð fekk Leicester knappliga nógv pláss á City-hálvuni, men fyrrverandi City-leikarin rakti ikki bóltin nóg væl í avgerandi støðuni. Harvið kundu Guardiola og teir á hansara liðið fegnast eftir eitt kvøld við nervøsiteti, men har meistararnir frá í fjør enn einaferð vunnu. Um Manchester City fær líka gott ella betri úrslit sum Liverpool í vikuskiftinum, so er meistaraheitið heima. 

37. umfar
Manchester City - Leicester
'70 Vincent Kompany 1-0 

Støðan undan seinasta umfari:
Manchester City 95
Liverpool 94

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder