Hondbóltur

Dreymurin um HM-heiðursmerki brast

Yvir 60 minuttir vóru serbar ov sterkir, og Føroyar misnýttu ov nógvar møguleikar. Spælast skal um 5. plássið um vikuskiftið.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði níggju mál og legði upp 13, men tað var ikki nógv mikið (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði níggju mál og legði upp 13, men tað var ikki nógv mikið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-29 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Føroyska liðið hevði undan fjórðingsfinaluni móti Serbia í dag vunnið allar sínar dystir í HM-endaspælinum. Greitt var at sætta uppgávan fór at vera móti sterkum serbiskum liði, og ein fyrri hálvleikur var væl undir miðal - serliga í mun til skoteffektivitet - og ein marrubyrjan uppá seinna hálvleik kostaðu.

Les meira um fyrra hálvleik her

Føroyar vóru eina løtu aftanfyri við átta málum men stríddu seg væl inn í dystin aftur. Aleksandar Sasha Lacok kom inn í málið og fekk beinavegin fatur á serbisku skotunum. Verjan var eisini væl betri eftir steðgin, og fekk hildið serbum heilt væl í eitt longri tíðarskeið. Teir sluppu tó at spæla seint og skoraðu fleiri mál, tá armurin hjá dómarunum var uppi.

Føroyar skoraðu eisini fleiri mál eftir steðgin, men framvegis vóru nakrir góðir møguleikar misnýttir, og tað er sigandi at málverjin Luka Krivokapic varð valdur sum dagsins spælari. Nógv skot raktu eisini stongina ella yvirleggjaran. Tað vóru eisini ymiskar dómaraavgerðir, ið føroyingarnir vóru - og helst eisini kundu vera - ónøgdir við. Slíkir marginalar spæla inn, men tað vóru helst ov mongu brendu skotini, ið samanlagt var størsti trupulleikin.

Føroyar vóru aftanfyri allan dystin, men høvdu, tá umleið tíggju minuttr vóru eftir, møguleikan at minka niður í eitt. Ein skeiv meting varð tikin av Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum annars tók heilt nógvar rættar og skoraði/legði upp til yvir tjúgu mál, og Føroyar komu ongantíð nærri Serbia og einum hálvfinaluplássi.

Harvið kunnu okkara ungu menn ikki vinna sær HM-heiðursmerki. Teir skulu ístaðin spæla um 5. plássið í Berlin um vikuskiftið.

Tøl niðanfyri - meira seinni

U21 HM-endaspæl, fjórðingsfinalur
Hósdagin 29.06 - Max Schmeling Arena, Berlin

Føroyar - Serbia 27-30 (12-17)

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 4-6
15 min:
7-10
20 min: 9-13
25 min: 12-8

35 min: 14-20
40 min: 16-21
45 min: 18-22
50 min: 22-24
55 min: 24-27

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (1)
Óli Mittún 5
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Janus Dam Djurhuus 3
Pauli Mittún 2
Ísak Vedelsbøl 2
Hákun West av Teigum 1
Sveinur Olafsson 1


Skot: 27/50 = 54 prosent

Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13
Pauli Mittún 3
Óli Mittún 3
Sveinur Olafsson 1


Bjargingar:
Pauli Jacobsen 7/31: 22 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 6/12 = 50 prosent

Tekniskar villur:
Føroyar: 5
Serbia: 8

Útvísingar:
Føroyar: 1
Serbia: 5



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder