Fótbóltur

Dreymurin um víðari luttøku fánar

Tað hevur leikað javnt á so at siga allan vegin, men seinastu løtuna vóru italumenn omaná, og munurin er í løtuni tvey mál. Føroyar skulu vinna dystin fyri at hava ein møguleika at fara víðari.

Føroyska álopsspælið hevur til tíðir koyrt væl men hevur í løtum verið haltandi (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska álopsspælið hevur til tíðir koyrt væl men hevur í løtum verið haltandi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-15 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gingu níggju minuttir, til Italia fekk sítt fyrsta mál. Ein væluppløgd og ágangandi føroysk verja, ein vælleikandi Pauli Jacobsen og nøkur italsk mistøøk syrgdu fyri hesum, men stutt eftir hetta kom av álvara hol á, og føroyingar hava havt trupult við at støðga skjóta italska spælinum.

Í álopspartinum hevur í løtum hilnast væl, har okkara eru farnir inn ímóti við ferð, hava fingið hørð skot ella funnið góðar fríspælingar. Á høgra vongi hevur Hákun West av Teigum verið ógvuliga tryggur, og hann er aftur føroyskur málskjútti og er í løtuni á 100  prosentum. Javnaldurin Pauli Mittún hevur eisini fingið rútmu og góðsku á nøkur føroysk álop og hevur sjálvur skorað tvey mál.

Føroyska liðið hevur stríðst væl og meira enn hingið í tað mesta av hálvleikinum, men orsakað av støðuni í løtuni er greitt, at Føroyar í minsta lagi skulu vinna seinna hálvleik við trimum málum.

Les eisini: Nú skulu Føroyar vinna á bæði Italia og Lettlandi

HM-undankapping, 2. umfar 
Leygardagur 15.01, Høllin á Hálsi 

Føroyar - Italia (11-13)

Føroyska byrjanaruppstillingin: Pauli Jacobsen – Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Jónas Gunnarson Djurhuus/Helgi Hildarson Hoydal, Rókur Akralíð, Tróndur Mikkelsen, Rói Berg Hansen

Málskjúttar - mál/skot:
Hákun West av Teigum 4/4
Pauli Mittún 2/3
Tróndur Mikkelsen 2/5
Teis Horn Rasmussen 1/1
Rói Berg Hansen 1/2
Vilhelm Poulsen 1/2

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 6/19

Dystargongdin:
5 min: 0-0
10 min: 2-1
15 min: 5-5
20 min: 7-6
25 min: 10-10

Útvísingar:
Føroyar: 3
Italia: 2

Støðan í bólkinum áðrenn dystin:
Luksemborg 3 stig -
tveir dystir
Italia 2 stig - 
ein dystur
Lettland 1 stig -
tveir dystir
Føroyar 0 stig -
ein dystur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder