Kvøldið fyri føroyska fótbóltslandsliðið trein á vøllin í landsdysti móti Malta týskvøldið í farnu viku, var ein annar landsdystur á skránni á Malta.
Mánakvøldið dystaðust maltesiska fjepparafelagið South End Core ímóti føroyska fjepparafelagnum Skansan, í dysti við vælgerandi endamáli.
Dysturin var ein av fleiri dystum, sum South End Core hevur skipað fyri, við tí endamáli at savna inn pening til 6 ára gamla Kane, sum hevur krabbamein. Undir dystinum móti Skansanum var peningainnsavnan til neyðugu viðgerðina hjá Kane, og fjeppararnir tað kvøldið savnaðu inn 2000 evrur.
South End Core gjørdi dronuupptøku av parti av dystinum, sum endaði við 2-2 javnleiki. Upptøkan sæst omanfyri og á Facebookvanganum hjá South End Core.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald