Baku, Aserbadjan (Portalurin) - Føroyska A-landsliðið skal leygardagin spæla í UEFA Nations League á stóra olympiska leikvøllinum í Baku, ið er høvuðstaðurin í Aserbadjan.
Føroyska ferðalagið fór úr Vágunum klokkan 07.00 í morgun. Umframt leikarar og venjaratoymi og teir sum hoyra til hópin, so eru nøkur umboð frá FSF og miðlar við á ferðini. Eingir føroyskir áskoðarar eru við.
Túrurin til landið, ið er partvís í Evropa og partvís í Asia, tók áleið átta tímar við millumlending í Danmark, har høvuðsvenjarin Lars Olsen og útisetarnir úr Danmark og Norra komu umborð.
Les eisini: Video: - Landsliðið hevur altíð verið ein dreymur
Klokkan her nærkast nú 21.00. Aserbadjan er sostatt fýra tímar frammanfyri Føroyar. Føroyska landsliðið hevur fyrstu venjingina fyrrpartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald