Hondbóltur

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndini

Hondbóltssamband Føroya hevði aðalfund í gjár.

(Mynd: hsf.fo)

(Mynd: hsf.fo)

2022-06-16 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hondbóltssamband Føroya: Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val av nevndarlimum.

Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

Tað var Stjørnan og Team Klaksvík, sum skutu Duritu Thomsen upp.

Durita er fyrrverandi leikari í Stjørnuni og hevur seinastu árini verið aktiv í felagsarbeiðinum sum foreldur í feløgunum í Klaksvík. Durita tekur sæti fyri Oyvind Brimnes, sum ikki stillaði uppaftur.

Andrea Heindriksdóttir hevur tikið seg úr nevndini og tekur fyrsti varalimur Birgir Kass tískil sæti í Starvsnevndini fyri hana komandi árið.

Gunn Ellefsen, forkvinna, stóð eisini fyri vali, men stillaði eingin upp ímóti henni.

Varalimir vóru valdir Djóni Højgaard og Høgni Vilhelmsen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder