Fótbóltur

Video: - Vit skulu hava trý stig í morgin

Eftir at hava fingið nakað av karmi, setti Poul Kallsberg orð á góða leygarkvøldið á Tórsvølli, har vongurin úr Kolbeinagjógv spældi fyrsta kappingardystin frá byrjan fyri landsliðið. Í morgin klokkan 15 snýr teg seg um Kasakstan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-05 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Astana, Kasakstan (Portalurin): - Tað var fantastiskt. Man hevur jú alt lívið droymt um at spæla á Tórsvølli fyri Føroyar, og vit spældu ein góðan dyst.

Hetta sigur Poul Kallsberg, sum leygardagin spældi fyrsta kappingardyst sín fyri A-landsliðið frá byrjan. Tað endaði 1-1 móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, Slovakia, og nú snýr tað seg um at taka sama inntensitet við til dystin móti Kaskastan

[object Object]
Poul Kallsberg eftir ein av góðu føroysku møguleikunum fyri steðgin. Nummar 14 spældi 55 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit skulu vinna í morgin, heldur Poul Kallsberg fyri á Astana Arena. 

Nógv bendir á, at 23-ára gamli vongurin úr Kolbeinagjógv fær ein leiklut har, men júst hvønn, vil hann ikki avdúka.

Hoyr eisini: Kasakiskar kovboykeks, fáar føroyskar broytingar og góðar vónir

Les eisini: Eyðun Klakstein: - Skulu vinna í morgin fyri veruliga at vera nøgdir við hesar vikurnar

Vit fingu eisini Hillerød-vongin at seta orð á støðuna við einum yngri A-landslið í løtuni.

Hoyr videosamrøðuna ovast

FM1 sigur frá dystinum í Astana í morgin frá klokkan 14 føroyska tíð - dysturin byrjar klokkan 15. Portalurin hevur beinleiðis blogg av staðnum

--------------------------------------------------------------------

Nations League deild C, bólkur 3
Støðan eftir trý umfør:

1. Slovakia 7 stig
2. Moldova 4 stig
---------------------
3. Føroyar 3 stig
----------------------
4. Kasakstan 1 stig

Í morgin, týsdagin 6. oktober

15.00: Kasakstan - Føroyar

19.45: Moldova - Slovakia

Video: Heimligar umstøður hjá klaksvíkinginum í Kasakstan


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder