At eitt fótbóltssamband sigur venjaran úr starvið eftir ósigur á Føroyum eru tvey sera kend dømi um: Venjarin hjá Eysturríki, Joseph Hickersberger varð koyrdur eftir 1-0 ósigurin í Landskrona í 1990, og seinasti dystur hjá Claudio Ranieri í starvinum sum venjari hjá Grikkalandi var í Piræus í november 2014, har Jóan Símun Edmundsson varð einsamallur málskjútti. Ranieri vann smá tvey ár seinni Premier League við Leicester
At venjarar hjá feløgum fáa sekkin eftir evropeiskar dystir ímóti føroyskum liðum er ikki eitt kent fyribrigdi. Men í litaviska felagnum Riterai var ónøgdin so stór eftir, at KÍ sló liðið úr 1. umfari í Europa League, at Aurelijus Skarbalius nú hevur fingið sekkin. Hetta boðar felagið frá í dag. Málið var at koma víðari í Evropa, men hetta eydnaðist ikki, og tað hevur nú fingið avleiðingar fyri fyvverandi Brøndby-leikaran og venjaran.
(Auri er kendur fyri sína tíð í Brøndby - serliga sum leikari men eisini sum venjari - Mynd: fkriterai.lt)
Kí kom víðari orsakað av regluni um útivalalrmál; eitt útivallarmál ið Jákup B. Andreasen skoraði í Vilnius. Næsta uppgávan hjá Kí er Luzern úr Sveis.
Fótbóltur
Dysturin á Svangaskarði gjørdist tann seinasti hjá Auri
Riterai, ið KÍ sló út úr Europa League týskvøldið, hevur í dag sagt venjaran úr starvið.
Tað var týðiligt eitt stórt vónbrot hjá litavum týskvøldið, tá tað endaði mállyst á Svangaskarði - Mynd: Sverri Egholm
2019-07-18 14:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald