Lagt var upp til satt oddabrak á Skála í kvøld, tá EBS/Skála og KÍ, jøvn í stigum, brustu saman. Tað gjørdist eisini javnt og spennandi, men tað endaði við tí, sum er við at gerast ein vani í føroyskum kvinnufótbólti: EBS/Skála drólongra stráðið
Tað leikaði javnt á og var málleyst fram til miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Margunn Lindholm avgjørdi dystin fyri heimaliðið við einum frálíkum langskoti. Miðvallarin, ið eisini avgjørdi steypafinaluna við einari perlu, smekkaði bóltin upp í málhornið úr stórum 25 metrum.
(Mynd: Sverri Egholm)
KÍ royndi at svara aftur og kom eisini til nakrar upplagdar møguleikar at javna. Men effektiviteturin manglaði, og tá bríkslað var fyri seinastu ferð, var stór frøi á EBS/Skála-liðnum og heimákoðarum. Tey vita, at FM er sera tætt við at vera heima. KÍ misti sín møguleika at taka FM-heitið aftur.
(Mynd: Sverri Egholm)
Í Sarpugerði var málveistla, tá HB vann 5-3 á ÍF/Víkingi. HB hevur harvið framvegis ein matematiskan møguleika í FM-stríðnum, men tað skal ein sigur til í Klaksvík leygardagin, samstundis sum EBS/Skála tapir fyri B68, ið er á aftasta plássi. Fýra mál skulu eisini innheintast.
Harvið er enn eitt meistaraheiti og steyp nær við hjá EBS/Skála.
19.umfar:
EBS/Skála - KÍ 1-0 (0-0)
ÍF/Víkingur - HB 3-5 (1-3)
B36 - B68 (byrjaði klokkan 19.30)
1
|
|
19
|
15
|
2
|
2
|
73
|
14
|
+59
|
47
|
|
2
|
19
|
14
|
2
|
3
|
75
|
20
|
+55
|
44
|
||
3
|
19
|
14
|
2
|
3
|
56
|
18
|
+38
|
44
|
||
4
|
|
19
|
6
|
0
|
13
|
29
|
58
|
-29
|
18
|
|
5
|
|
18
|
1
|
2
|
15
|
11
|
72
|
-61
|
5
|
|
6
|
|
18
|
1
|
2
|
15
|
17
|
79
|
-62
|
5
|
(Talva: FaroeSoccer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald