Fótbóltur

EB/Streymur hevur funnið avloysaran hjá Robert Marcus

Mathias Blårud er royndur miðvallari. 29-ára gamli norðmaðurin hevur millum annað útvið 200 dystir í næstbestu norsku deildini og nakrir í tí bestu. Seinast hevur Blårud spælt í triðbestu deildini í heimlandinum.

Síðstu árini hevur Blårud spælt í triðbestu norsku deildini - við Ullensaker/Kisa. Har hevur hann verið liðformaður í seinastuni. Hann hevur eisini umboðað Strømmen, Sogndal og Vålerenga

Síðstu árini hevur Blårud spælt í triðbestu norsku deildini - við Ullensaker/Kisa. Har hevur hann verið liðformaður í seinastuni. Hann hevur eisini umboðað Strømmen, Sogndal og Vålerenga

2024-07-02 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur hevur í fyrru hálvu leigað Robert Marcus frá Helsingør úr næstbestu donsku deildini. Hann hevur verið fastur maður, og í tíðarskeiðum roynst væl - serliga við bóltinum.

Leigusáttálin millum EB/Streym og Marcus gekk út sunnudagin, og ungi danin fer aftur til Helsingør. Nú er greitt, hvør avloysarin verður.

Talan er um 29-ára gamla miðvallaran Mathias Blårud. EB/Streymur kunngjørdi norðmannin fyri lítlari løtu síðani.

- Mathias er 29 ár og hevur leikt nógvar dystir í norskum fótbólti. Hann hevur leikt 187 dystir í OBOS liguni, sum er tann næstbesta deildin í Norra. Eisini kann nevnast, at hann hevur leikt 15 dystir í bestu norsku deildini, skrivar EB/Streymur.

Síðstu árini hevur Blårud tó spælt í triðbestu norsku deildini - við Ullensaker/Kisa. Har hevur hann verið liðformaður í seinastuni. Hann hevur eisini umboðað Strømmen, Sogndal og Vålerenga - síðstnevnda sum ungur spælari og tíðina í Eliteseriuni í 2013 og 2014.

Talan er um ein meira fysisikan, verjukendan og royndan útlendskan miðvallara enn tann undanfarna, og kann hetta kanska gera góðan mun fyri EB/Streym í botnstríðnum.

EB/Streymur er á 9. plássi við sjey stigum og spælir leygardagin í móti aftasta liðnum ÍF. Trý stig eru upp til strikuna. Mathias Blårud verður tøkur til hendan týðandi dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder