Fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum hjá felagnum skal nú taka sær av ungdóminum. EB/Streymur kunngerð í kvøld, at venjarin við uppruna á Skála og sum var hjálparvenjari hjá Anders Gerber í Runavík í 2017, er nýggur ungdómsvenjari í felagnum.
Felgaði skrivar soleiðis á sínari heimasíðu:
Ein trý ára sáttmáli er skrivaður við Eliesar Olsen, sum kemur at takað sær av menningini av ungdómsfótbóltinum í felagnum. Umframt tað, so kemur Eliesar eisini at halda áfram sum venjari hjá 2.deild og U-21.
Eliesar var í kappingarárinum 2018 venjari hjá okkara 2.deild og U-21. 2.deild vann gull og flutti upp í 1.deild, og U-21 liðið hjá okkum kom í steypafinaluna, har tað akkurat ikki bleiv til ein sigur.
Eliesar er 29 ára gamal og hevur A-venjara skeið. Og hóast sín unga aldur hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Vit eru ikki í iva um, at við Eliesar á odda í ungdómsfótbóltinum, so hava vit fingið ein mann, ið bæði fer at gera venjarar og leikarar enn betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald