Teir útsettu dystirnir í botnstríðnum gjørdust málríkir og spennandi.
Tað vóru munandi betri líkindi í dag, og hetta var fótbóltinum til gagns. Einki lið er flutt niður enn, men tað sær ikki gott út fyri AB. EB/Streymur kann nú ikki flyta niður.
Tað var lív í frá byrjan í Sørvági. Farliga álopið hjá heimaliðnum sló til næstan beinanvegin, tá Ken Fagerberg sendi Sonny Jakobsen í dýbdina, og danin var ísakaldur. EB/Streymur kom tó skjótt inn í dystin; fyrst sló Arnbjørn Hansen til í sínum eyðkenda stíli, og so smekkaði Pætur Petersen bóltin flott í málið frá brotsteigarmarkinum. Útiliðið spældi væl í 1.hálvleiki.
07 Vestur royndi at søkja at í 2.hálvleiki, meðan EB/Streymur hótti hinvegin. Heimaliðið javnaði í samband við eina hornasparksstøðu tíggju minuttir inn í 2.hálvleik, men innskifti Jens Micheal Jensen legði EB/Streym á odda aftur. Tað skuldi tó ikki gerast seinasta málið í dystinum og harvið heldur ikki til fyrsta sigur hjá EB/Streymi í yvir fýra mánaðir. Við brotssparkið stutt fyri tíð javnaði 07 Vestur aftur - mál nummar 11 í 11 dystum hjá Sonny Jakobsen. Útiliðið hevði stutt áðrenn hetta fingið ein leikara útvístan.
Myndir: 07 Vestur - EB/Streymur
Á Argjum gjørdi Søren Nielsen av við heimaliðið. Danski áleyparin skoraði øll málini fyri Skála, ið við sigrinum tryggjaði sær 6.plássið. Argjamenn komu sera illa frá byrjan, men Tóki á Lofti svaraði tvær ferðir Skála og Sørini aftur. Men 27-ára gamli danin, ið kom til felagið í summar, sló til tvær ferðir afturat. Harvið megnaði AB ikki at fylgja upp uppá sigurin á Víkingi seinast.
Við úrslitinum er tað nú eitt ófrávíkiligt krav hjá argjamonnum at vinna á Eiði í seinasta umfarinum. Stigið, ið Sonny Jakobsen tryggjaði 07 Vestur kann gera, at vágamenn verða bjargaðir. Teir skulu til Trongisvágs leygardagin.
26. umfar (útsettir dystir):
07 Vestur - EB/Streymur 3-3 (1-2)
1-0 Sonny Jakobsen
1-1 Arnbjørn Hansen
1-2 Pætur J Petersen
2-2 Charlie Machell
2-3 Jens Micheal Jensen
3-3 Sonny Jakobsen (br)
AB - Skála 2-4 (1-2)
0-1 Søren B. Nielsen
1-1 Tóki á Lofti
1-2 Søren B. Nielsen
2-2 Tóki á Lofti
2-3 Søren B. Nielsen
2-4 Søren B. Nielsen
Støðan í botninum:
8. EB/Streymur (21 stig)
9. 07 Vestur (17 stig)
10. AB (15 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald