Fótbóltur

EB/Streymur vann móti meistarunum

HB tapti 1-0 á Eiði, NSÍ vann 8-1 móti TB og AB vann 1-0 móti uppflytarunum úr Fuglafirði.

Adrian Justinussen og hinir á HB-liðnum taptu seinnapartin móti EB/Streymi (Savnsmynd)

Adrian Justinussen og hinir á HB-liðnum taptu seinnapartin móti EB/Streymi (Savnsmynd)

2019-02-10 20:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir vóru í dag leiktir í VFF Cup, og óvæntaða úrslitið kom á Eiði. EB/Streymur vann 1-0 móti Føroyameistarunum úr HB.

Gestur Bogason Dam skoraði einsamalla málið fyri EB/Streym í seinna hálvleiki.

Dystir í dag

NSÍ - TB (8-1)
Klæmint A. Olsen 1-0
Ndende Adama Guéye 1-1
Jann Benjaminsen 2-1
Jóhan Troest Davidsen 3-1
Klæmint A. Olsen 4-1
Petur Knudsen 5-1
Petur Knudsen 6-1
7-1
Jann Martin Mortensen 8-1

EB/Streymur - HB (1-0)
Gestur Bogason Dam 1-0

ÍF - AB (0-1)
Bjarki Nielsen 0-1

Dystir í gjár:

Skála - B36 (3-2)
Benjamin Heinesen 0-1
Brian Jacobsen 0-2
Andreas Jacobsen 1-2
Edvin Jacobsen 2-2
Haraldur Højhaard 3-2

KÍ - Víkingur (2-1)
Boris Dosljak 1-0
Patrik Johannesen 2-0
Pól Enok Hansen 2-1

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder