Føroyar taptu í kvøld 3-0 á heimavølli fyri Aserbadjan á Tórsvølli. Úrslitið sigur ikki alla søguna og tó allíkavæl; útiliðið vísti hvussu tað skal gerast frammanfyri málinum, meðan føroyingar vóru ikki nóg kyniskir og heldur óhepnir.
Føroyska liðið kom sera væl út til dystin, og legði trýst á Aserbadjan fyrstu minuttirnar. Útiliðið kom tó skjótt betri við og byrjaði at seta seg meira á spælið. Føroyingarnir vóru tó nærri við at leggja seg á odda fyrru hálvu av hálvleikinum.
Føroyar gjørdu ov ofta óprovekeraðar feilir á bóltinum. Og tá lítil hálvur tími varð leiktir revsaði Aserbadjan føroyingarnir, tá teir mistu bóltin í høgru síðu á egnari hálvu. Nakrar skjótar kombinatiónir, Gunnar Nielsen megnaði ikki at halda innlegginum, Viljormur Davidsen varð kroystur, tá hann skuldi rudda vekk, og so datt bólturin til miðvallaran Richard Almeida, ið smekkaði bóltin í føroyska málið. Fyrsti veruligu málmøguleikin hjá Aserbadjan og einasta skotið á mál hjá útiliðnum í 1 hálvleiki.
Føroyar svaraðu væl aftur eftir málið og skapti nakrar vandamiklar støður beinanvegin, har Aserbadjan millum annað ruddaði burtur á strikuni.
Í 2.hálvleiki royndi føroyingarnar at leggja trýst á málið hjá Aserbadjan, men hvørjaferð manglaði góðskan í avgerandi alveringunum, innleggunum og skotunum. Feilirnir á bóltinum hildu fram, og ósketni kostaði aftur um miðjan 2. hálvleik. Aserbadjan fekk fatur á bóltinum á føroysku hálvuni, gjørdu skjótt av og mitt fyri í brotsteiginum smekkaði Dmitri Nazarov bóltin í netið til 2-0. Seinna skotið á mál hjá Aserbadjan.
Útiliðið megnaði til tíðir í 2. hálvleiki at halda væl fatur í bóltinum, og koyra sigurin heim. Eyðsýndi Almeida sløkti dystin fimm minuttir fyri tíð, tá hann setti eitt brotsspark sera trygt í netið. Ógvuliga sigandi kom brotssparkið eftir at føroyska verjan ikki fekk avviklað eina støðu, og Gunnar gjørdi brotsspark. Og ógvuliga sigandi brendi Brandur Hendriksson Olsen ein risamøguleika tveir minuttir fyri málið, og beint eftir málið rakti Atli Gregersen yvirleggjaran og
Samanumtikið var tað ein javnur dystur, har Aserbadjan vísti meira effektivitet og kynismu. Føroyingar høvdu bóltin meira, høvdu fleiri hornasspørk og fleiri skotroyndir. Men Føroyar skuldu hava minst eitt stig burturúr hesum dystinum, um tað skuldi vera veruliga realistiskur møguleiki at vinna bólkin. Kosovo vann 3-1 á heimavølli ímóti Malta, og nú skuu Føroyar vinna sunnudagin, tá Kosovo kemur á vitjan.
UEFA Nations League Deild D, bólkur C
11.10.2018 á Tórsvølli
Føroyar – Aserbadjan 0-3 (0-1)
0-1 28.min: Richard Almeida
0-2 67.min Dmitri Nazarov
0-3 85.min Richard Almeida (br.)
Føroyar(4-4-1-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Símun Edmundsson, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson(’78 Heini Vatnsdagl), Kaj Leo í Bartalsstovu(’73 Rógvi Baldvinsson) - Brandur Hendriksson Olsen - Finnur Justinussen(’78 Klæmint Andrasson Olsen).
Áskoðaratal: 2820
Fótbóltur
Effektiviteturin hjá Aserbadjan sigraði á Tórsvølli
Føroyskt vónbrot í kvøld og realistiski møguleikin fyri at koma víðari í Nations League er so gott sum farin.
2018-10-11 21:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald