Hondbóltur

Eftir fýra umfør: Føroyar á 2. plássi

Hetta við væl betri málúrttøku enn Moldova, sum tapti stórt fyri Slovakia á heimavølli í kvøld. Harvið bendir nógv á avgerandi dyst um 2. plássið í bólkinum millum Føroyar og Moldova á Tórsvølli 16. november - her sæst yvirlit fyri bólkin.

Slovakia liggur sum væntað til at vinna bólkin, meðan tað í november kann gerast harður dystur um 2. plássi. Føroyar kunnu framvegis avgerða alt (Mynd: Sverri Egholm)

Slovakia liggur sum væntað til at vinna bólkin, meðan tað í november kann gerast harður dystur um 2. plássi. Føroyar kunnu framvegis avgerða alt (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-06 21:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Astana, Kasakstan (Portalurin): Føroyska ferðalagið er ikki farið úr Miðasia enn. Um eina løtu verður kósin sett móti Istanbul, síðani til Keypmannahavnar og síðani til Føroyar hjá summum.

Nakrir fara aðrastaðni úr Turkalandi, og fleiri fara "av" í Danmark. Allir kunnu irða seg nakað um úrslitið í kvøld, hóast avrikið í 11 móti 11 og 10 móti 10 var ógvuliga gott.

Video: Útvísingin broytir dystin - men kortini ikki neyðugt at teir fáa tvey mál

Les eisini: Klassa avrik í ein lítlan tíma - persónlig mistøk kostaðu í Kasakstan

Føroyingar eru framvegis ósigraðir men kundu, og burdu helst, havt eini 3-4 stig afturat.

Fýra stig eru sum nú er nóg mikið til 2. pláss, sum man vera føroyska málið í hesum Nations League-bólkinum. Hetta gevur dyst um uppflyting til Deild B, sum er næsthægsta deildin, og kann harvið geva Føroyum fleiri spenanndi avbjóðingar í 2028.

Sum tað sær út nú, kann tað enda við lagnudysti millum Moldova og Føroyar á Tórsvølli mánadagin 16. november á Tórsvølli, tá seinasta umfar er á skránni. Bæði liðini hava í løtuni eins nógv stig, men eftir stórtapið hjá Moldova fyri Slovakia í kvøld (0-4), hava Føroyar væl betri málúrttøku og kunnu avgerða alt sjálvir.

Eitt umfar er tó áðrenn, 13. november, og um Kasakstan vinnur í Moldova, eru kasakar veruliga við í kappingini eisini. Slovakia fer eftir øllum at døma at vinna bólkin.

Video: Skuldi verið meira enn 2-0 tá vit fáa reytt

----------------------------------------------------

Nations League deild C, bólkur 3
4. umfar - týsdagin 6. oktober

1. Slovakia 10 stig 
----------------------
2. Føroyar 4 stig
---------------------
3. Moldova 4 stig 
4. Kasakstan 2 stig

Ovasta liðið flytir upp, næstovasta liðið skal í mars spæla um at flyta upp í Deild B.

Í dag, týsdagin 6. oktober
Kasakstan - Føroyar 2-2 (0-1)
23' Petur Knudsen (Jóannes Bjartalíð) 0-1
63' Geza David Turi 0-2
68' Sergei Malyy 1-2
76' Nuraly Alip 2-2

Reyð kort: 
Martin Agnarsson (65') - seinna gula
Sergei Malyy (85') - beinleiðis reytt kort

Meira um dystin her

Myndir: Frá dreymi til marru - til enn ein javnleik

Moldova - Slovakia 0-4 (0-2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder