Landskappingarfótbóltur hjá monnum hevur ligið stillur í tríggjar vikur, tá 07 Vestur og EB/Streymur fara á vøllin í Sørvági í annaðkvøld.
Har hevur 07 Vestur, sum er undir strikuni, harðliga tørv á stigum. EB/Streymur kann við sigri tryggja enn eitt ár í bestu deildini.
Sunnudagin eru fýra dystir, har klassikari í Gundadali er ein teirra.
Stórur spenningur er allastaðni á stigatalvuni, og FM1 og Portalurin fylgja gongdini. Sí yvirlit niðanfyri.
Leygardagin 10. oktober
18.30: 07 Vestur - EB/Streymur (FM1)
Sunnudagin 11. oktober
15.00:
HB - KÍ (FM1)
Skála - NSÍ (FM1)
17.15:
AB - B36 (FM1)
B68 - Víkingur
Tikið verður samanum í 3. hálvleiki á FM1 klokkan 19.30 sunnukvøldið - Fótbóltsskýlið í dag klokkan 17.15 hitar upp til umfarið
Støðan: ![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald