EFH Champions League hjá monnum varð í gjár avgjørd - sjey mánaðir seinni enn ætlað orsakað av koronu. Týska THW Kiel spældi seg mánakvøldið í finaluna eftir dramatiskan sigur í longdari leiktíð á ungarsku favorittunum, Veszprem. Eina løtu áðrenn hevði Barcelona vunnið trygt á PSG.
Les meira: Barcelona og Kiel hittast í Champions League-finaluni í kvøld
Katalanska liðið var eisini favorittur undan finaluni í Lanxess Arena í gjár. Barcelona fór eftir sínum tíggjunda heiti og tí fyrsta síðani 2015. Men Barcelona var bert frammanfyri einaferð í dystinum - tað var tá liðið legði seg á odda 3-2. Annars var THW Kiel omaná og vann at enda við fimm málum.
Sander Sagosen spældi aftur heilt væl í baktetuni. Norðmaðurin kann so at siga alt, og Hendrik Pekeler sera sterkur í mynduni á strikuni og í miðverjini. Týskarin verður ikki við til komandi HM-endaspæl í Egypalandi, men í gjár skoraði hann fimm mál. Pekeler var toppskjútti í hálvfinaluni og varð kosin MVP - Mest virðismikli leikarin - í Finala Four. Niklas Ekberg gjørdist toppskjútti í finaluni við átta málum og svenski vongurin skoraði flest mál av øllum í Champions League 2019/2020 (85 mál), ið var stytt hvat tal av dystum viðvíkur men longd í mun til tal av mánaðunum.
Sander Sagosen spældi í bólkaspælinum við - nú vann norski úrmælingurin gull við Kiel. Tað var hjá fyrsta hjá Sagosen í kappingini (Mynd: EPA)
Hendrik Pekeler var er ein sera umráðandi leikari í Final Four - varð kosin tann mest umráðandi, ella virðismikli (Mynd: EPA)
Tað var samanlagt eitt liðavrik, ið gjørdi, at THW Kiel skapti sær eina leiðslu í 1. hálveleiki, har liðið skoraði heili 19 mál, og síðani helt hana rímiliga trygt allan vegin. Í 2. hálvleiki skaraði tó ein framúr. 32-ára gamli Niklas Landin verður mettur at vera tann besti málverjin í heiminum, og danin vísti hví serliga fyrra helmingin av 2. hálvleiki. Høgi men kringi maðurin fekk fatur á teimum flestu bóltunum, ið Barcelona-leikararnir roydnu at fáa framvið honum. Samanlagt varð Niklas Landin skrásettur fyri 14 bjargingar, ið er væl meira enn góðkent.
Leikarar og venjarar hjá Kiel kundu stórfegnast í Köln (Myndir: EPA)
Kiel hevur nú vunnið Champions League fýra ferðir. Kekkiski venjarin, fyrrverandi stórleikarin Filip Jicha, er tann triði í røðini av teimum, sum hevur vunnið Champions League bæði sum leikari og sum venjari.
PSG vann dystin um triðja plássið móti Veszprem.
EHF Champions League Final Four
Lanxess Arena, Köln
Finala - 29.12
THW Kiel - Barcelona 33-28 (19-16)
Dystur um 3. plássið
Veszprem - PSG 26-31 (11-14)
Hálvfinalurnar - 28.12
Barcelona - PSG 37-32 (18-14)
THW Kiel - Veszprem 36-35 e.l.l (29-29)
Hondbóltur
EHF Champions League: Landin og Kiel sigraðu í finaluni
Danski málverjin tók í løtum av álvara broddin av Barcelona-royndunum, og týska stórfelagið vann óvæntað finaluna í Köln. Tað endaði 33-28 til THW Kiel.
Niklas Landin vann stóru kappingina fyri fyrstu ferð - hetta var fjórðu ferð hjá Kiel (Mynd: EPA)
2020-12-30 10:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald