Bjerringbro/Silkeborg stríðist fyri at spæla seg í fjórðingsfinalurnar í EHF Cup, ið er næststørsta evropeiska kappingini.
Sunnudagin vann BSV 32-29 í Póllandi - tá skoraði Jóhan á Plógv Hansen fimm mál. Í kvøld varð stigatalið í bólki A tvífaldað.
Melsungen var annars omaná í málríka 1. hálvleikinum. Eina løtu móti endnaum var munurin heili fimm mál. Í 2. hálvleiki var heimaliðið tó greitt betri og vann við sjey málum. Meira skil kom á verjupartin, og væl gekk við málskjótingini. Jóhan gekk á odda - føroyski høgri vongurin skoraði níggju mál í dystinum; beint undir ein fjórðing hjá heimaliðnum. Dansku landsliðsleikarin er toppskjútti í EHF Cup við 37 málum.
25-ára gamli vongurin, sum næsta kappingarár skal spæla í júst Bundesligaini, var tryggur í JYSK Arena í Silkeborg í kvøld. Hann skoraði uppá níggju av teimum ellivu skotunum (beint undir 82 prosent). Jóhan hevði annars ein sera vánaligan dyst móti Ribe-Esbjerg í donsku kappingini í seinastu viku. Tá skoraði hann bert tvey mál uppá nígggju skot (22.2 prosent)
Bjerringbro-Silkeborg er nú á 2. plássi í bólki A, eftir at liðið hevur spælt helmingin av dystinum. Hetta er nóg mikið til at koma víðari. Komandi fimm vikurnar eru hinir tríggir dystirnir í hesum bólkaspælinum (millumumfarinum) á skránni. Um tíggju dagar spæla Bjerringbro/Silkeborg og Melsungen aftur - tá í Týsklandi.
EHF Cup bólkur A:
19.02, Silkeborg
Bjerringbro Silkeborg - MT Melsungen 35-31 (16-19
Toppskjútti: Jóhan á Plógv Hansen 9 mál
Benfica 4 stig (2 dystir)
BSV 4 stig (3 dystir)
Melsungen 2 stig (3 dystir)
Gwardia Opole 0 stig (2 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald