Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur avgjørt, at allir hondbóltsdystir skulu flytast úr Ukraina komandi fýra vikurnar. Hesum boðaði EHF frá á heimasíðuni í gjár.
Orsøkin er støðan millum Russland og Ukraina.
– Evropeiska hondbóltssamgongan roynir altíð at verja integritetin av kappingunum, og heldur hon, at tað er best at avgreiða tingini á vøllinum. Samstundis hevur trygdin hjá leikarunum og øðrum hægstu raðfesting, sigur EHF forsetin, Michael Wiederer.
13. februar átti H71 at spæla fyrru fjórðingsfinaluna í EHF European Cup móti kvinnunum úr HC Galychanka Lviv í Ukraina. Hetta bleiv tó av ongum, tá myndugleikarnir mæltu frá at ferðast til landið, og tí fór liðið hjá H71, sum tá var statt í Póllandi, ikki um markið til Ukraina.
Fyrst varð roynt at fáa dystin avgreiddan í Póllandi á einum neutralum vølli, men semja fekst ikki um hetta. Undan seinna fjórðingsfinaludystinum í Høllini á Hálsi sunnukvøldið eydnaðist heldur ikki feløgunum at finna eina semju um fyrru fjórðingsfinaluna.
Anna Dam, forkvinna hjá H71 segði tá við Útvarpið, at ukrainska liðið tvíhelt um, at ein fjórðingsfinala skuldi spælast í Ukraina, og avgerðin liggur nú hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.
Í fráboðanini nevnir EHF eisini dystin hjá H71 sum ein av tveimum dystum í Ukraina, sum ikki hava verið spældir sum ætlað seinastu tíggju dagarnar. Hin dysturin, sum átti at verið spældur 19. februar, var millum russiska Skif Krasnodar og norska Drammen HK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald