Hondbóltur

EHF: Pauli Rasmussen millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM

Víst verður á, at sterki strandingurin hevur gjørt bart í heimligu kappingini, í Evropa og á landsliðunum. Høgri bakkurin er á listanum saman við stórum útlendskum nøvnum - til ber at síggja allar dystirnar hjá Føroyum á Portalinum.

Pauli Rasmussen í dystinum móti Týsklandi í HM-endaspælinum í fjør, har nummar 5 vísti seg væl fram. Hann er eisini á topp-fimm hjá EHF (Mynd: Kolektiff/EHF)

Pauli Rasmussen í dystinum móti Týsklandi í HM-endaspælinum í fjør, har nummar 5 vísti seg væl fram. Hann er eisini á topp-fimm hjá EHF (Mynd: Kolektiff/EHF)

2026-07-07 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Toppskjúttin fyri felag hansara, eisini í Evropa har StÍF royndi seg aftur síðsta kappingarár. 27 mál í U19 HM í fjør, har hann var ein undangongumaður hjá Føroyum, og aftur hesaferð verður hann millum mest tíðandi álopsvápnini.

Hetta er millum annað tað, sum evropeiska hondbóltssamgongan EHF skrivar um Paula Rasmussen

EHF hevur 19-ára gamla føroyingin sum ein av sínum fimm mest spennandi spælarunum at fylgja í U20 EM-endaspælinum í Rumenia, ið byrjar í morgin mikudagin 8. juli.

Portalurin og FM fylgja hesum endaspælinum tætt - millum annað við at stroyma dystirnar og siga frá. Sí meira her

Pauli Rasmussen hevur gjørt bart seinastu árini og millum annað fingið fyrstu A-landsliðsminuttirnar. Lámi bakkurin, sum eisini kann spæla á vonginum, skiftir eftir EM-endaspælið úr barndómsfelagnum StÍF.

[object Object]
Pauli Rasmussen undir venjing í Hoyvík sunnudagin. Hann verður ógvuliga týðandi fyri føroyska liðið í Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Seinasta venjing undan EM-fráferð

Afurat sterka strandinginum á listanum eru: Ein spanskur spælari við endaspælsdystum fyri A-landsliðið, ein spennandi liðfelagi hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Kiel, stóri profilurin hjá rumensku vertstjóðini og slovenska supertalentið - sum 17-ára gamal spældi hann HM-fjórðingsfinalu móti Føroyum í fjør.

Hinir á listanum eru Marcos Fis (Spania), Rasmus Ankermann (Týskland), Codrin Dascalu (Rumenia) og Aljuš Anžic (Slovenia)

Les meira um teir her

Pauli Rasmussen og hinir fóru av landinum mánadagin, og klokkan 17.30 í morgin, mikudagin 8. juli, verður fyrsta uppgávan í EM: Serbia. Til ber at stroyma dystin ókeypis á Portalinum ella lurta á FM1 - alt við føroyskum frásøgufólki.

[object Object]

Sí skránna fyri bólkaspælið her - tvey lið koma víðari til miðumfarið, sum er fyrsta málið hjá føroyska liðnum

Mikudagin 8. juli 17:30
Serbia-Føroyar

Hósdagin 9. juli 12:30
Føroyar-Turkaland

Leygardagin 11. juli 17:30
Sveis-Føroyar

Sí eisini Jákup Egholm seta orð á liðið og vónirnar:

(Video): - Vit hava klókar hondbóltsspælarar og høgt toppstig

--

Málverjar:
Ingi Johannesen, Neistin
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

Útileikarar:
Magnus Árason, Mors-Thy Håndbold
Filip Haldansen, VÍF
William Napoleon Djurhuus, H71
Jákup Egholm, TMS Ringsted
Helgi Haldórsson Fossádal, H71
Torkil Debes Dahl, EB
Jógvan Andreas Lamhauge, Neistin
Julian Joensen, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Pauli Hentze Rasmussen, TMS Ringsted
Jón Eyðunsson Midjord, Neistin

Venjarar hjá liðunum eru Scott Harrington og Kristinn Guðmundsson.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder