Fótbóltur

Eiler eisini longt við 07 Vestur

18-ára gamli sandavágsmaðurin tekur dystin upp um pláss á besta liði felagsins.

2021-12-17 08:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dann Fróðason skrivaði í vikuni undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur.

Nú hevur beiggin, Eiler Fróðason, eisini skrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, og 18-ára gamli sandavágsmaðurin tekur sostatt kampin upp um pláss á besta liði felagsins.

Málfarligi miðverjin varð ein av lyklaleikarunum í fjør, tá 07 Vestur fluttið upp í Betri deildina, við 19 dystum og heili 5 málum. Hann fekk annars frumdystin sum 16-ára gamal í august í 2019. Í ár eru tað vorðnir 10 dystir í Betri Deildini og 2 mál. Á besta liðinum hjá 07 Vestur eru tað í alt 36 dystir og 7 mál. 

Í septembur í ár varð Eiler eisini úttikin til U19-landsliðið, og spældi tveir venjingardystir móti Norður-írlandi.

Eisini og eldri bróðurin Dann, er Eiler uppvaksin í 07 Vestur, og í felagnum er stór gleðið um at ungu leikararnir klára at bjóða av um plássini á besta liðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder