2022-01-28 12:02
Mánakvøldið bleiv argentinski áleyparin, Agustín Marsico, kunngjørdur sum nýggjur AB-leikari, og í gjárkvøldið varð greitt, at hann fær ein landsmann sum liðfelaga.
Argentinski miðvallarin, Franco Burset, hevur nevniliga eisini skrivað sáttmála við AB fyri kappingarárið 2022.
Franco er 21 ára gamal, ættaður úr Buenos Aires og kann bæði spæla sum verju- og álopskendur miðvallari. Síðstu árini hevur hann eins og hinir nýggju útlendingarnir spælt í USA. Seinasta felagið hjá Franco var Rutgers-Camden Raptors.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald