
Verður tað KÍ ella HB, sum skal spæla fjórðingsfinalu móti B36 í kappingini um Løgmanssteypið?
Tann spurningurin varð upprunaliga svaraður mánadagin 7. apríl, men ivi varð sáddur um víðari luttøkuna hjá KÍ seinni í vikuni, tá HB kærdi KÍ fyri ólógligan spælara.
Víst varð á, at Ahmed Latif ikki hevði loyvi at byrja inni tveir dystir í einum leikumfari. Í hesum førinum fevnir leikumfarið um fríggjadagin til og við mánadag. 22-ára gamli vinstri bakkurin hjá KÍ byrjaði inni fyri 1. deild leygardagin og í kappingini um Løgmanssteypið mánadag.
Sí eisini: Kæran hjá HB endar helst í Aganevndini
Ahmed Latif fekk reytt kort móti HB - í KÍ hugsaði man ikki um áðrenn, at hann ongantíð skuldi verið byrjarður inni (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er ilt at finna fordømi, har "hægra liðið", í hesum førinum besta liðið hjá KÍ, er revsað í slíkum førum.
Í 2022 tapti Betriliðið hjá B36 ein dyst móti B68, tí ein ungur spælari tá spældi sín 3. dyst eitt leikumfar. Hetta hevur HB víst á í sínari kæru. Tað er tó talan um eitt nakað øðrvísi brot, og sum heild eru nakrar óvissur í málinum.
Aganevndin hjá FSF skal nú taka støðu til, hvørt KÍ skal tapa dystin ella um 1. deildarliðið tapir dystin móti Víkini 3-0 heldur enn 3-1 og/ella KÍ fær eina bót.
Hendan avgerðin skal helst fella skjótt. Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini eru á skránni mánadagin 21. apríl, og um eingin avgerð fyrliggur áðrenn, so er neyðugt at útseta tað, sum nú eitur KÍ-B36.
Eitt felag hevur fimm-daga hoyringsfreist í slíkum málum. HB sendi kæru inn til FSF fríggjadagin, og hon fór heilt skjótt víðari til Aganevndina. Harvið hevur KÍ havt nakrar dagar nú at svara. Spurningurin er so millum annað nú, um páskadagarnir (heligdagarnir) fara at hava nakra ávirkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald