Kastrup, Danmark (Portalurin) - Tað tók eina løtu at fáa tað 100 prosent og endaliga váttað í gjár. Tað gongur helst ein tíð, áðrenn tað heilt gongur upp fyri serliga tey í og rundanum hópin, at Føroyar hava spælt seg til eitt EM-endaspæl.
- Hetta verður bara størri fyri hvønn minutt, sum gongur, segði Helgi Hildarson Hoydal við Portalin við viðførisbandið í Kastrup fyrrapartin. Landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen vísti á, at hetta er sum at vinna eitt gullheiðursmerki og risastórt fyri eitt so lítið land.
Sí eisini:
Peter Bredsdorff-Larsen: - Hevur verið ein kensluborin vika
Hákun: Nú eru vit millum stóru dreingirnar
Rói Berg Hansen: - Hetta er ikki ordliga gingið upp fyri mær enn
Video: Her fáa føroyingarnir staðfestingina
Myndir: Tá EM-plássið kom í hús
Føroyar vunnu tveir av seks dystum í bólkinum, og var hetta júst nóg mikið til eitt triðja pláss og EM-atgongumerki. Málúrttøkan í innahýsis dystum móti Rumenia og Ukraina gjørdist avgerandi, og tað vil siga, at serliga sjey-máls sigurin á Ukraina á heimavølli var umráðandi.
Hóast at "bara tveir sigrar skuldu til", so skal tað havast í huga, at føroyska manslandsliðið frammanundan hesari undankappingini bert hevði vunnið ein EM-undankappingardyst (Kekkia á heimavølli í 2021). Stór fet eru tikin í føroyskum hondbólti seinastu árini, og hetta vístu millum annað landsliðsvenjarin og strikuspælarin á, á heimferðini í morgun.
Ukraina megnaði ikki at tálma Eliasi og hinum mikukvøldið á Hálsi, og hetta gjørdist avgerandi - tvey mál skilti liðini í samlaða rokniskapinum viðvíkjandi triðja plássinum (Mynd: Sverri Egholm)
Føroysku spælararnir fegnast, eftir at EM-plássið er komið í hús (Mynd: Sverri Egholm)
Nú eru stórar uppgávur fyri framman. At fyrireika seg til eitt EM-endaspæl krevur nógv av spælarunum - eisini í tí dagliga - venjaratoyiminum og Hondbóltssambandinum, og hetta fer at fylla nógv næstu sjey mánaðirnar. Fyrisitingin og fyrireikingarnar skulu fylgja við stóru krøvunum.
EM-endaspælið í Týsklandi byrjar 10. januar 2024. Lutakastið til endaspælið verður 10. mai - um níggju dagar. Føroyar eru í fjórða og niðast styrkisbólkinum.
Sí eisini: Ári Rouch: - At hava eitt heilt land aftanfyri seg hevur alt at týða
Hondbóltur
Ein nýggjur veruleiki
Tað er framvegis ein ávís føroysk frøi og gleði, men skjótt byrja fyrireikingarnar til EM-endaspælið, og næstu fetini skulu takast.
Føroysku spælararnir skulu næstu mánaðirnar fyrireika seg til sína størstu uppgávu nakrantíð (Mynd: Sverri Egholm)
2023-05-01 13:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald